Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost
Mítt tastatur

- Vit hava dokumentatiónina fyri tí, sum vit siga, segði tíðindaleiðarin í Miðlahúsinum og fyrrverandi forkvinnan í Unga Tjóðveldið, við KVF tann 26. februar.

- Vit kunnu kanska dekka tað betri enn nakar annar, netupp tí at vit hava verið ein partur av hesum og hava gravað í tí so langa tíð, sum vit hava, segði tíðindaleiðarin við Kringvarpið.

Men Statsadvokaturin er ikki samdur við tíðindaleiðaranum í Miðlahúsinum, Barbaru Holm.

Í morgun hevur hann boðað Bjarna Hammer frá, at har eru eingi prógv, tað vil siga einki mál.

So vit spyrja, hvat nú Barbara Holm?

Fáa vit at síggja "dokumentasjónina" hjá Miðlahúsinum?

Og hvør er keldan?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo