Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Lesarin skrivar

Í góða veðrinum um vikuskiftið, eydnaðist mær so umsíður, at sleppa upp á land á Slættanesi.

Tað vísur seg, at tað  er ikki nakað bara, at fáa bátarnar hjá Sjóferðum at seta okkum út av teirri grund, at í atløðusíðuni á lendingni eru stórir boltar og sum sjálvandi eru til alvorligan ampa fyri bátarnar.

Ein av bátunum, sum var eysturi undir landi, lovaði at taka okkum við yvir á Vestmanna, tá hann kom heimaftir.

Har sótu vit klár niðri á lendingini, men nei, hann tordi tó ikki at koma at lendingini, tað vil siga, at har er ikki nóg gott, og stórt spell er tað, tá nú lendingin annars er heilt góð.

Tí spyrji eg, hví eru hasir boltarnir har?

Eru teir til nakað gagn? 

Annars áttu teir at verið burturbeindir ongantíð ov skjótt, tí teir eru til stóran ampa.

Ása W. Rasmussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo