Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Tað er løgið at hoyra Perur Steingrund í Útvarpinum, uttan at hann fær ein einasta spurning. Hann tosar um ovurfisking, sum fiskidagaskipanin hevur skyldina í, at fiskiskapurin eftir toski á Føroya grunninum er minkaður tey seinastu 20 árini, og at fiskidagaskipanin er ein mylla uttan enda.  

Kaffiprát
Vit sum ikki arbeiða á Havstovuni og ikki eru vísindamenn, verða oftani ákærd fyri at koma við leysum pástandum, men at hoyra Petur Steingrund, var sum at hoyra kaffiprát, tá tað eru uppá tað besta.

Hvussu ber tað til at summi fólk kunnu koma við leysum pástandum uttan at fáa nakran kritiskan spurning?

Skjeyt frá hoftini, um at veiðuorkan var økt við 15% um árið.

Økingin í veiðuorkuni hjá td. línuskipum var, tá teir fingu svøvlalínu í uml. 1994 umframt line-tech, síðani hevur eingin broyting verið. Einasta broyting har er, at nú sigla fleir við línuskipunum við færri monnum, tí tað er ringt at fáa fólk.

Tað kom ein broyting í hjá útróðrarbátunum tá teir fingu trakt, og nú er miðalaldurin á teimum fáu útróðrarmonnunum sum eru eftir um 65 ár.

Tað er lítil broyting hend hjá trolarunum, útgerðin er nakað betur, men talið er minkað niður í helvt, so eg veit ikki hvar Petur Steingrund fær hasa økingina frá.

Í 1997 blivu fiskað 35.300 tons av toski, í 2003 blivu fiskaði 37.300, tá byrjaði minkingin. Í 2004 25.300 fiskaði, tað eru 14 ár síðani.

Onki dømi, bert ein tóman pástand um at veiðuorkan er vaksin, onki um fleiri leiðir eru stongdar. Onki um at nógv línuskip hava roynt á øðrum leiðum, tey seinastu árini.

Onki um El Nino ella at fuglur, stórhvalur og føðin eisini hevur verið burtur og er uppgangandi nú.

Fyri 10 árum síðani, tá seinastu fiskiskipini vóru á Føroya Banka var nógvur toskur har, sambært Havstovuni er ongin toskur har nú. Har hevur ongin fiskidagaskipan niðurfiskað nakran tosk.

Hetta prógvar einaferð enn, at fiskaríið hevur lítla og onga ávirkan á fiskastovnarnar, afturímóti náttrúruni.

Sí her

Tað skuldi bæði verið burðardygg  veiða og stovnsrøkt á Føroya Banka, so bankin skuldi staðið fullur av toski, men her hava fiskifrøðingarnir enn ikki funnið rætta formilin til XL-arkið.

Eg havi fyrr víst á, hesa talvuna, sum vísir hvat er hent, við fiskarínum í Íslandi, frá fríðum fiskaríið til TAC og síðani kvotur komu á har.

Talvan niðanfyri vísur sveiggj í norska toskastovninum.

Í bókini sum talvan  er úr, verður eisini skriva um, at nógvur toskur blívur gýttur í Lofoten, økið er sera lítið so hann má flyta, í allar ættir, Eystur Atlantarhavið frá Biskeia  til Barentshavið og Norð um Svalbard og finst eisini í Íslandi og Grønlandi,   í 90inum eisini heilt til Norður Amerika og Kanada, men kemur aftur at gýta, á sama staði sum hann er gýttur.

Tað er løgi, um ikki onkrir toskar. av hesum stovni, ikki eisini svimja inn á okkara leiðir, tá føði er á okkara leiðum.

Vestmanna 23-09-2017
Eyðun Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo