Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Hetta óneyðuga millumliðið millum Landsstýrið og nevndina í BankNordik er ein leivd frá bankakreppunum í 90-árunum.

Henda leivdin kostar skattgjaldaranum nógvan pening í lønum og samsýningum, og er ein burturvið óneyðug útreiðsla fyri tann føroyska skattgjaldaran.

Hini partafeløgini hjá landinum hava ongan sovorðnan grunn millum Landsstýrið og nevndir hjá Landsstýrinum.

Nær ætlar Landsstýrið at avtaka hesa steinaldarskipan, sum eingin annar brúkar nakra aðrastaðni í heiminum í dag, men sum bara kostar skattgjaldaranum pengar?

Borgari uttan samsýning

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo