Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Kappróðrarfólk eru sambært D&V og 3-2 í kvøld ørkymlað av galdandi reglum um at sita í bjargingarvesti undir venjing, tí vesturin er so darvandi.

Umborð á skipum, ferjum og flogförum verður ikki kravt, at fólk sita í vest, tá ið farið verður avstað.

Hinvegin eru altið vestar umborð og sostatt tøkir um vanlukka hendir.

Kappróðrarbátar venja innansyndis og í flestu førum langt inni i vágum og firðum, har hvørki alda ella streymur eru.

So hví leggja teimum til slika eyka trygd, sum einans er ætlað monnum í havsneyð.

Ein neyðsemja kundi verið, at vesturin var tøkur undir bekki eins og í flogførum.

Kappróðrarmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo