Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Í hjúnabandsmálinum hava vit eitt gott høvi til at vísa, at vit hóast ymiskar fatanir, kunnu finna fram til eina breiða pragmatiska semju, ið kemur at hava eina gevandi synergieffekt á alt tingarbeiðið framyvir – við vælvild og forstáilsi fyri hvørjum øðrum.

Spurningurin í hjúnabandsmálinum er sera einfaldur men djúpur: Hvussu geva vit teimum  homosexuellu somu borgarligu rættindi í teirra parlagi, sum tey hetrosexuellu longu hava í teirra hjúnabandi, og sum ein breið semja kann fáast um.

Tey í aldargamla hjúnabandinum ynskja, at tað framhaldandi skal vera tað siðbundna hjúnabandið fyri mann og kvinnu. Hetta er vælskiljandi, og sjálvt í ST virðir mann aldargamlar demokratiskar siðvenjur.
Neyðugt verður tí at finna fram til ein annan leist fyri tey samkyntu í parlagi, soleiðis at tey fáa somu borgarligu rættindi og tygn í teirra parlagi, sum hjúnabandið gevur teimum hinskyntu.

Við at gera ein borgarligan parallel til hjúnabandið kundi mann fyri tey samkyntu kallað tað eitt samhjúnaband við tilhoyrandi samgiftu, ið hevði tey somu borgarligu rættindi fyri tey samkyntu, sum tey í hjúnabandi hava í dag.

Havandi í huga, at vit øll eru uppvaksin í tí kristnu siðalæruni - og um vit vilja tað ella ikki - so er hon immanent ella íbúgvandi okkum, so ella so. Vakri sangurin hjá Jóannas Patursson (1866-1946): “Boðar tú til allar tjóðir” verður sungin við tygn til mangt høvi, men uttan tað kristnu siðalæruna – in mente – er hann onkisigandi. Á sama hátt eru tað mong, ið knýta hjúnabandið saman við ástøði í tí  kristnu siðalæruni, og tað mugu vit onnur eisini virða.

Vit kunnu ikki velja hvat vit eru, men vit kunnu geva hvørjum øðrum pláss til, at velja tað vit eru. Tað finnast ongi A og B menniskju – vit eru øll skapt í Gud’s bílæti. Góða eydnu.

Regin Eikhólm 18.03.2016

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo