Ongin gevur seg fátækan
- føroyskt orðatak
Mítt tastatur

Tað hevur verið áhugavert at sæð stóra munin á framferðini hjá námsfrøðingunum undir hesum verkfallinum í mun til verkfallið í 2012.

Í 2012 skipaðu pedagogarnir fyri umfatandi tiltøkum uttanfyri Fíggjarmálaráðið og uttanfyri Løgtingið.

Við róparum, bukarum, blikkum, karamelldósum og sangi var rópt eftir táverandi fíggjarmálaráðharra.

Løgtingið var nærum kringsett og tað sama gjørdi seg galdandi á Fíggjarmálaráðnum.

Vit minnast øll myndina av støðuni, tá Snorri Fjallsbak ikki slapp til arbeiðis fyri pedagogum, men royndi at skumpa seg fram.

Undir hesum verkfallinum tykist alt vera øðrvísi.

Eingin rópan eftir Kristinu Háfoss, sum hevur høvuðsábyrgdina av verkfallinum.

Ongin blokkada av Fíggjarmálaráðnum og eingin herseting av Løgtinginum.

Nei, málið fyri tiltøkunum tykist vera Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavn.

Øll vita vit, at Annika Olsen ikki er samráðingarleiðari og ongan myndugleika hevur at gera nakra semju.

Hvør er í grundini orsøkin til, at so stórur munur verður gjørdur hesaferð.

Eru pedagogarnir vorðnir meira fólkaligir?

Hava teir broytt taktikk?

Er teirra fíggindi ikki samgongan nú?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo