Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Lesarin skrivar

Nú alt sum vendir niður verður vent upp, er helst neyðugt at vit tora at lýsa, hvat eitt hjúnaband er í Føroyum í dag, tí skjótt kann hetta gerast søga ella rættari sagt, ein marra.

Hvat er eitt hjúnaband og hví skal samfelagið
hava áhuga í hjúnabandinum?

Eitt hjúnaband er ein sameining millum ein mann og eina kvinnu, og hesi kunnu fáa børn saman. Fyri at føra samfelagið víðari, er neyðugt, at børn verða fødd, og fyri at hesi skulu fáa so góðar rammur at vaksa upp í sum gjørligt, hava vit hjúnabandið, sum skjótt og greitt fær eina rúgvu av viðurskiftum upp á pláss ímillum konuna og mannin, ið helst síðan gerast pápin og mamman og teirra børn. Á henda hátt er foreldramyndugleiki, arvarættur, ábyrgd og skyldur yvirfyri hvørjum øðrum og børnunum væl skipað. Harvið skapar samfelagið so góðar rammur sum gjørligt fyri familjuna, so tey og børnini kunnu hava eina so trygga og góða tilveru saman sum til ber, og soleiðist at børnini skulu fáa tryggleikan at vera saman við  sínum pápa og sínari mammu.Tey flestu kenna helst kensluna av, at tað at vera hjá mammu og pápa er tryggasta stað í verðini.Hesin rættur er eisini staðfestur í ST-Barnarættinda-sáttmálanum.

Orsøkin til, at samfelagið gevur hjúnabandinum góðar treytir, er at samfelagið hevur brúk fyri familjunum, og familjurnar hava brúk fyri tí stuðli, ið samfelagið kann geva teimum.

Tak ongantíð eina girðing burtur,
áðrenn tú veitst, hví hon varð sett har

Hví verða avleiðingarnar ikki kannaðar? Ein fyrispurningur varð settur fyri nú nøkrum árum síðani um løgtingið kundi kanna, hvørjar avleiðingar ein tílík broyting í hjúnabandslógini, sum tey nú ætla at gera, kom at hava fyri samfelagið, børnini o.a. Hetta varð ikki tikið til eftirtektar, men varð spottað og niðrað og skýrt bæði fyri líkt og ólíkt. Og hóast ein hevði eftirlýst at fólk luttaka meira í kjakinum um ymisk viðurskifti í okkara samfelag, eisini hóast tey hava onkur hægri størv, so varð munnkurv knappliga meira ella minni sett á henda persónin og onnur, ið kanska høvdu dittað sær at latið munnin upp og sagt sína áskoðan um hjúnabandið. Homofobar, religiør, fundamentalistar og mangt annað er blakað eftir fólki, sum hava roynt at sagt sína meining, um hon ikki hevur verið politiskt korrekt. Okkara fjølmiðlar, serliga teir almennu, tykjast heilt vist at hava havt sína agenda við at stýra tí, ið er komið fram í hesum sambandi.

Foreldrini – verjugarðurin hjá børnunum

Nú ætlar henda samgongan at taka verjugarðin um børnini niður við at lata hann upp fyri øllum hugsandi samansetingum. Í fyrstu atløgu við at lata menn giftast við monnum og kvinnur við kvinnum, og geva teimum øll tey somu rættindini sum hjún hava, tvs. ikki bara til at liva saman (tað hava tey longu loyvi til, um tey vilja) men eisini til at kunna fáa børn upp á alskyns kreativar mátar, har ein tilvitað og tilætlað tekur rættin frá barninum at vaksa upp hjá sínari mammu og sínum pápa.

Hevði tú viljað latið títt barn ella ommu/abbabarn frá tær, tilætlað áðrenn føðing, so tørvurin hjá teimum vaksnu kann verða nøktaður?

Nullvisión
Vit hava nullvísión í ferðsluni, vit royna at gerast grønari, vit vilja gera alt vit kunnu, fyri at gera okkara samfelag betri fyri okkara eftirkomarar innan hesi øki, men hví hava vit ikki eina nullvisjón fyri at eingi børn skulu vaksa upp uttan mammu sína og pápa sín?

Vit vita væl, at í einum vælskipaðum samfelagi eru reglur fyri nógv av tí, vit gera. Øll hava ikki rætt til alt, og mørk eru sett fyri okkum øll. Í ferðsluni hava vit lógir um trygdarbelti og fallhjálm, vit hava vegbungur og ferðavmarking, og hervið blanda vit okkum uppí, hvussu onnur koyra, hóast ein kundi sagt, at tað mugu fólk sjálvi avgera, um tey hava trygdarbelti ella fallhjálm, tí tey skaða bara seg sjálvi við ikki at brúka hetta. Men vit hava áhuga í at skapa so tryggar umstøður fyri fólk og fyri teirra børn sum gjørligt.

Hví skulu vit so ikki eisini verja børnini, tá tað ræður um at verja teirra rætt at hava bæði síni foreldur?

Skulu vit ikki verja tey veikastu? Er tað ikki tað, rópt verður upp um, og eru tað ikki børnini, ið eru tey allarveikastu í samfelagnum? Tí má tað vera tey, vit leggja størsta dentin á at verja.

Samkynd sleppa at liva saman
Tá tað kemur til tey samkyndu er støðan tann, at tey sleppa at liva sum tey vilja, og tey fáa frið til tað, óansæð um onnur halda tað vera rætt ella ei. Eisini hava tey møguliga at arva hvønn annan, um tey vilja tað. At ein maður ikki hevur sama rætt sum ein kvinna til at giftast við einari kvinnu ella øvugt, um talan er um eina kvinnu, er einki løgið, tí tað er ikki ein eind, sum er eitt grundarlag undir einari familju, og tí eigur samfelagið ongan áhuga at hava í at stuðla einum tílíkum sambandi. Tvørturímóti eiga vit at tora at siga nei til at stuðla hesum, tí avleiðingin av hesum verður, at tey krevja at fáa somu rættindi til børn sum ein mamma og ein pápi hava. Her eigur barnið at vera í miðdeplinum, og ikki hvussu tey vaknsu ynskja at liva teirra lív.

Vilja vit bara fylgja rákinum, sum er í londunum kring okkum. Vilja vit lurta eftir lygnini um, at vit eru tilafturskomin, um vit ikki fylgja hesum ráki, sum er ímóti ætlanini við menniskjanum frá upphavi. Av heimsins londum eru tað bara umleið 20 lond, tvs. umleið 10 % av heimsins londum, sum hava gjørt eina tílíka lóg um samkynt hjúnaband, og hvat er hent har? Steðgar tað har? Nei, vit síggja, at har kemur meira og meira forvirringur í, tí fólk vita ikki, hvat tey skulu halda seg til longur.

Framtíðin fyri okkara børn er okkara ábyrgd
Vit hava øll ábyrgd av hesum, sum hendir. Vit hava latið standa til, vit hava ikki gjørt okkara skyldu, vit kunnu ikki bara vaska okkara hendur, og siga, at hetta er ímóti okkara vilja, vit kunnu ikki bara taka farloyvi frá hesari avgerð og rýma av landinum, meðan alt gongur sína skeivu gongd. Vit hava øll ábyrgd, og tey, ið eru høgt sett, hava eina enn størri ábyrgd!

Hetta eiga vit eisini at minna tey á, og tað verður hervið gjørt sum ein áheitan á okkara politikarar, sum enn hava møguleikan at hugsa seg um enn eina ferð. Heitt verður á tykkum politikarar um ikki at broyta og harvið avskepla hjúnabandslógina, og um ikki annað, so at lata vera við at gera hetta, áðrenn tit hava kannað avleiðingarnar av at broyta nakað so álvarsligt sum hjúnabandið, tí hetta kemur at raka okkara eftirkomarar nógv meira enn vit á nakran hátt kunnu ímynda okkum, um tað verður gjørt. Tí eiga vit at varðveita hjúnabandið til bara at vera millum ein mann og eina kvinnu.

Mona Nattestad Steintún

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo