At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Hví hevur Almannaráðið ikki saman við TAKS gjørt eitt upplýsandi arbeiði beinanvegin til fyritíðarpensionistar um at útfylla fyribilsskattaskrá fyri 2018 við broytingum, tvs útfylla hvussu nógv A-skattainntøkan pr. mðr. er aftaná broyting og lata tað inn til TAKS?

Hví ikki fáa fullan ágóða fyrr enn í april?
Tá Almannaráði saman við Fíggjarmálaráðnum velur at geva hækkan til fyritíðarpensionistar við at broyta skattagrundarlagið á pensónini, so MÀ brúkarin blíva upplýsur um hvussu hann skal fyrihalda seg.

Tekniskur feilur?
Her er neyvan tekniskur feilur sum Almannaráðharrin sigur, her er heldur manglandi upplýsing millum ráðini um hvussu fyritíðarpensionisturin skal fyrialda seg tíannverri!!

Edva Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo