Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Hetta verður sent VP í vón um innivist, nakað, hetta hvørki fekk í Sosialinum ella Dimmu, sum annars breggja sær av at vilja fremja frælsa kjakið fyri ikki at siga talufrælsið - væl at merkja, tá tað snýr seg um at hýsa síðulongum falsandi álopum á Orð Guðs og gera tað til orð um Guð, fyri ikki at tala um svertan av teimum bíbliutrúgvu og Ísrael, uttan at aftursvar fær innivist! (Sosialurin 23.11.04; 21.08.07; 10.03.08; 05.12.08; 12.12.08; 15.01.09, s. 14-15; 06.02.09; 08.09.09, s. 12-13; 09.12.11, s. 2; 25.01.13; Dimma 05.01.05; 10.11.05; 09.01.09, s. 12, 16-17; 27.04.10, s. 15 o.s.fr.)

Nú í langa tíð hava russar bumbað verjuleysar kvinnur og børn í Aleppo í Sýria, sum eru kolað upp í einum havi av eldi, uttan at ræðuleikarnir so mikið sum røra ryggjaklapparar antisemitismunnar, sum runnu á leistum til tess at sverta Ísrael, tá tað mátti verja seg móti yvirgangskroppum í Gaza, hvørs rakettir næstan dag og dagliga vórðu sendar inn yvir bygdir Ísraels í samfull 3 ár, íalt einar 8.000, sum einasta svar til land-fyri-frið-útrættu hond Ísrael, tá teir treytaleyst tóku seg úr Gaza, nakað, Ísrael-útspillararnir aldri kundu funnið uppá at givið Ísrael eitt herðaklapp fyri!

Tvørturímóti høvdu teir so ilt av neyðars yvirgangskroppunum í Gaza, sum sóu seg noyddar at brúka kvinnur og børn sum skjøldur til tess at verja seg ímóti áloypandi jødisku blóðvargunum! Bløðini vóru á tremur við hyklandi krokodillutárum. (Sos. 05.12.08, 12.12.08, 15.01.09, s. 14-15, 08.09.09, s. 12-13 og Dimma 09.01.09, s. 12 og s. 16-17).

Tó at - sambært mest álítandi keldum - áleið 700-900 doyðu, so megnaði Høgni Hoydal kortini at lira ta antisemittisku lygnina + aðra antisemittiska søgufalsan av sær, at fleiri túsund lógu eftir á! (Dimma 09.01.09, s. 12). Bretski hernaðarleiðarin, Richard Kemp, sum gjørt hevði hertænastu í Afganistan, segði í BBC, at ongantíð í krígssøguni hevur nøkur stríðsmegi gjørt meir til tess at spara sivil tap á ósek menniskju enn Ísrael gjørdi í Gaza!  (sitat).

Men tað hevur ongan áhuga fyri Høgna Hoydal & Co, tí antisemittiska lygnin smakkar betri!

Men Høgni er ikki einsamallur lærispónur antisemitismunnar. Belgiska Undirvísingarmálaráðið hevur givið út til frálæru í skúlum landsins teknifilmin “Never Again”, har verjugarður Ísraels móti tí yvirgangi, sum Oslosvikagerð Rabin’s og Peres’ setti skjøtil á, verður sammettur við nazistisku KZ-týningarlegurnar!

Takkað veri slíkari óndsinnaðari svertan, marknaðarførd av antisemittiskum, islamlútandi fjølmiðlum, er tað ikki so løgið, at meir enn 200 mill. evropearar geva Ísrael skoðsmál sum ein nazistiskur statur! Kendi útforhálaði forsprákarin fyri “rættindum” teirra samkyndu at ganga saman í hjúnarlag, rasistiski søgufrøðingurin Arnold Toynbee, sigur alment og uttan § 266b-fylgjur av nøkrum slag: “Jødarnir eru ein steinrunnin raca, sum ongan rætt hava at vera til!” Vit tosa ikki um Holocaust, men um 2016!

Tvørturímóti hava samkynd sjálvsøgd “rættindi” at troðka seg inn um gátt hjúnarlagsins, ja, heilt fram at altari kirkjunnar at vígast o.s.fr., fyri ikki at tala um muslimarnir, meðan jødar og hitt ófødda barnið ongan “rætt” hava at vera til yvirhøvur!

Burtur við teimum, verður rópt og skrálað, vit vilja heldur hava Barabbas! Tað hava tey eisini fingið í ólukkumát. Seinastu dømini um tað er París, Nice og Berlin! Men hetta er bert byrjanin!

Undirritaði er ongin profetur, teir nýtast ikki longur, tí hvørt smábarn kann nú síggja, hvat ið framtíðin ber við sær, men eitt skal vissiliga standa sína roynd, at uppaftur ræðuligari illgerðir enn tann 11.09.01 fara at henda sum ávøkstur av jøda- og Guðsfíggindaskapi Evropa’s!

Tá Guð verður vístur á dyr, koma demonir avgrundarinnar inn - og taka hvør sjey aðrar verri við sær!

Allah gongur um sum ein brølandi leyva, sum skræðir alt sundur, sum fyri er, tí hann veit, at tíð hansara hereftir er stutt!

Minst so til, at henda óndsinnaða, nazirasistiska og beinleiðis revsiverda útsøgn ikki er søgd av einum nazisti í 1945, men av einum humanisti í 2016!

So djúpt stingur tíðarleysa jødahatrið. Júst hetta sama sigur islam bæði um jødar og kristin, so Toynbee er so sanniliga í góðum vertskapi!

Evropa, Evropa, tú, sum altíð hevur kastað hatur á jødar og bíbliutrúgv, brent tey á báli og gassað tey í milliónatali; tú, sum hevur blakað Guð á dyr og opnað dyrnar á vítt gap fyri heiðinskapi úr Mekka, gudleysari humanismu, darwinismu, bíbliufobismu, antisemitismu, sodomi so sum fríum sex, skøkjulevnaði, porno, legaliseraðum djórasex, avskeplaðum Pridegongum, homovígslum í kirkjum, fyri ikki at tala um sharia, islamskum no-go-býarpørtum, deyðshjálp fyri ikki at tala um Holocaust humanismunnar - at drepa hitt ófødda barnið; tú, sum øld eftir øld hevur forfylgt, pínt, dripið og rikið jødarnar á dyr at breyðføða seg í malariafongdu mýrilendi hins sokallaða “Palestina”, øki, ongin árabari skoytti um og heldur ikki áttu, men kortini sniðfundiga seldu neyðkomnu jødunum fyri okursprís, men nú, síðan jødarnir hava umskapt mýrilendini til gróðrarríkar teigar, siga er stolið av jødunum!!

Hetta eru somu óhølvaðu lygnir, Høgni Hoydal, Hanus Kamban & Co grønir sum koddamosi um skortin av berum innaniðrilsi sótu og bryggjaðu sítt antisemittiska eiturbland um jødarnar. (Sos. 05.12.08, 12.12.08, 15.01.09, s. 14-15, 08.09.09, s. 12-13 og Dimma 09.01.09, s. 12 og s. 16-17 o.s.fr.).

Ein er skjótur at skýra Ísrael eitt apartheid- og hersetingarveldi, men stýrir elegant uttan um at nevna múrin, egyptar hava bygt móti Gaza, at Ísrael lat frá sær alla Sinaihálvoynna, sum ikki hevur sín líka, tók seg út úr sokallaðu “palestinsku” økjunum og Gaza og harafturat hevur bjóðað palestinum sín egna stat burtur av bíbilska og søguliga landi teirra, sum ikki bara Guð, men eisini heimssamfelagið [Folkeforbundet] tilskilaði teimum!

Er tað slíkt, ið eyðkennir eitt hersetingarveldi? Høgni, Hanus & Co skuldu skamma seg.

Men sum kunnugt so luktar lygnin ikki!

Ístaðinfyri at klistra veruleikafjalandi tapet upp á veggirnar í Út- og Sjónvarpi Føroya, átti Heini sum “serfrøðingur” í Miðeysturmálum at tosa um sjálva sjúkuna heldur enn um súmtomini. Tað gevur onga meining.

Jødarnir hava yvirlivað 4 kríggj síðan 1948, yvirlivað Farao, heimsríki Nebokanesars, Assýria, Egyptiska stórveldið, heimsríki Alexandurs hin Stóra, Rómverjaríkið, Osmanska stórveldið, katólsku inkvisitatiónina, pogrom Stalins, nazismunnar Holocaust, Hafez al-Assad, Nasser, Sadat, Saddam Hussein o.s.fr. Ongin av harrafólkunum, valdsharrunum, tjóðunum og mentanunum, sum royndu at beina fyri jødunum, eru til í dag!

Men jødarnir, trælirnir úr Egyptalandi, eru her framvegis!

Aftaná at hava verið jagstraðir kring allan heim í 2.000 ár eru teir heimaftur komnir og hava endurreist stolna og vanrøktaða land sítt Ísrael presist sum Orð Guðs hevur sagt frammanundan!

Og har verða teir verandi! Tað syrgir Guð fyri!

Hatrið, boykottið og lygipropaganda antisemittanna kann ikki beina fyri teimum. Hvar eru hitittararnir, kananeararnir, fønikararnir og filistararnir? Hvar eru rómverjar? Er tað nakar, ið tosar latín í dag?

Men jødarnir tosa framvegis hebraiskt aftaná 2000 ár í útlegd! Ísrael er ein av fremstu framleiðarum av hátøkni í heiminum.

Teir kunna, um teir vilja, leggja allan heimin lamnan, tí hvør einasti gerðil frá Intel verður mentur í Ísrael!

Microsoft og IBM verða eisini ment í Ísrael!

Ísrael letur Gazabúgvum mat, heilivág, útbúnað, brennievni, orku, byggitilfar o.s.fr. við undantak av cementi, nakað, boykoddarar Ísraels leika í um, tí tað brúka teir til at byggja tunlar við til at fremja yvirgang inni í Ísrael, og harafturat veitir Ísrael teirra álvarsligu sjúku ókeypis sjúkrahúsviðgerð!

Í Samaria og Judea hjálpa teir palestinum við landbúnaðarútbúnaði, vegagerð, el- og vatnveiting, meðan Abbas og hansara rasistiska harkalið brúkar milliardirnar, bláoygd vestanlond senda honum til fólksins gagn, til yvirgang, lygipropaganda og at læra børnini at hata jødarnar og stingur restina í koruptu lummar sínar og tí ráðandi palestinsku mafiuni!

T.d var Arafat ein av heimsins ríkastu monnum, tá hann doyði!

Hann stakk meginpartin av hjálparpeninginum til fólkið í egnar lummar og lat tey ganga fyri lút og vatn, soleiðis at hann eins og Høgni, Hanus & Co kundi brúka teirra støðu sum lygipropaganda í stríðnum móti Ísrael!

Hetta svik móti egna fólki sínum nevna hvørki Høgni, Heini ella Hanus! Hví heldur tú?

Eisini hjálpir Ísrael fyrimyndarliga tilafturskomnum londum við vitan og útbúnaði til at útvega vatn til at dyrka markirnar! Hvat gera oljuríku muslimsku londini, ið nokta at taka ímóti sínum egnu flóttum, sum ein ávísur harra Sølvará, ið ikki kennir mun á tí, ið satt og ósatt er, rósti til skýggja í Miðlahúsinum á sinni? (Sí Sos. 10.03.2008, baksíðan).

Tað einasta teir klára at útflyta eru flóttar, yvirgang, antisemitismu og dadlur!

Heini í Skorini, sum av almennu fjølmiðlunum verður brúktur sum “serkønur” í Miðeysturviðurskiftum, til tess at hoyra tað, teimum líkar at hoyra, nevniliga endaleysu endurtøkuna av loddrøttu lygnini at Ísrael hevur hertikið og stolið land “palestinanna”, stýrir elegant uttan um,

- at júst hesi øki vórðu tillutað jødunum av heimssamfelagnum (Folkeforbundet),

- at sambært óskrivaða altjóða “lóg” kann eitt álopið land, sum sigrar á áleyparanum, fult legalt leggja undir seg partar av øki áleyparans sum krígsendurgjald (sí landamørkini í Evropa eftir 2. veraldarbardaga!),

- at 2/3 av palestinum ikki vilja vita av eini tvey-stats loysn,

- at sæð við palestinskum eygum eru ikki bert tey sokallaðu “palestinsku økini”, men alt Ísrael “hertikið palestinskt land”,

- at grundin til, at ikki fæst friður er, at religiøsa bók teirra, Koranin - umframt Hadit, siga: Drepið jødarnar - til ongin er eftir,

- at munurin á jødum og árabum er, at leggja palestinar vápnini, verður friður, men leggja jødarnir vápnini, verða teir slátraðir!

Hetta er kjarnan í trupulleikunum í Miðeystri. Hetta smígur Heini sær væl og virðiliga uttan um! Tað eru súmtomini, hann tosar um, ístaðinfyri sjálva sjúkuna!

At borðreiða við søgureingjan og lygipropaganda um Ísrael áttu almennu fjølmiðlar landsins hildið seg vera ov góðar til, men tað er so eigasørt. Mánagudurin Allah, tær tríggjar døtur hansara, Al-Uzzah, Manah og Al-Lat (umrøddar í upprunaligu Koranini, ið burturgoymd enn er til skjals, men aftaná eina seinni sokallaða “betri” opinbering strikaði Muhammad hesi vers (surah 25.4-5l, an-Najm 53.19-22), kend frá bók Salman Rushdie’s “Tey satanisku ørindini”, sum hesin varð hóttur eftir lívinum fyri) og Vestari Áarbakki er eitt gott dømi.

At nevna hvør Allah er og at nevna Samaria og Judea er sum at rætta hundi brand.

Hví?

Tí talan er um at fjala út yvir bíbilskt land og heiðinskap úr Mekka!

Tá muslimar siga Allah, so grettur tað ikki at fjølmiðlar okkara broyta hetta til “Guð”!

Allah er eitt navn, Guð er eitt heiti.

Harafturat umtala teir veruleikafalsandi hesi øki sum “hersett” palestinskt land, tó at teir fullvæl vita, at hesi av Jordan í 1948 “hertiknu” økini, hagar jordanar tvingsilflutti yvir 100.000 árabar til tess at beina fyri jødiska ognarskapinum aftaná at teir høvdu myrt allar jødarnar har, nakað, egyptar eisini gjørdu í Gaza, aftur vórðu fríað av jødunum orsakað av uppátvungnum krígsávum, umframt at júst hesi økini á demokratiskan hátt vórðu tillutað Ísrael av heimssamfelagnum (Folkeforbundet)!

Men demokratiskar meginreglur góðtaka Høgni Hoydal, Hanus Kamban & Co als ikki, tá tað snýr seg um Ísrael!

Talan er tvørturímóti um bevísta, durkdrivna og miðvísa søgufalsan!

Og onki fær fylgjur í hesum landi, sum bara gerst meir og meir ómentað, heiðið, bíbliufobistiskt, antisemittiskt, korupt, paranoid og sodomiskt.

Grát, mítt elskaða land!

Fortel bara eina lygn nóg ofta, sigst Hitler at hava sagt, og at enda trýr fólk, at tað er sannleikin! Hann skrivaði eina bók á tremur við jødahatri.

Tað sama gjørdi karavanránsmaðurin og bøðilin úr Mekka.

Fremst av øllum fingu jødarnir at smakka hvat nazisma er fyri nakað. Tað sama kann sigast um islam.

Ein demokrati-, mannarættinda-, kristindóms- og jødahatandi drívmegi, sum hersetti alt Miðeystur, Norður-Afrika, Balkan og Spania, ja, heilt til Føroyar komu hesar óndu demonir heidna Mánagudsins at ræna, drepa og neyðtaka!

Tað hava jødarnir aldri gjørt! Eg endurtaki: Tað hava jødarnir aldri gjørt!

Heldur ikki hava teir herjað um lond og høv, dripið og noytt sína trúgv inn á onnur við svørði í hond á sama hátt sum muslimar og teirra líkar, katolikkarnir, hava gjørt.

Hugsa bert um hvussu katólski leigusveinurin Sigmundur Brestison fór fram her á landi!

Búreisingar ísraelsmanna í egna søguliga og bíbilska heimlandi sínum, tillutað teimum bæði av Guði og heimssamfelagnum, eru eisini fult út í samsvar við altjóða fólkarættin. «Administrationen af Palestina skal, mens man forsikrer sig om at andre deler af befolkningens rettigheder og tilstand bliver opretholdt, fremme jødisk immigration under høvelige forhold og skal i samarbejde med Jødisk Byrå opmuntre til tæt bosætning af jøder i landet, deriblandt statsland og øde områder, som ikke er i brug til offentlige formål.» (San Remo-traktatin, grein 6)

Ísrael lat Gaza av hondum í eini roynd at fáa frið í lag. Km-long vakstrarhús við allari nýmótans útgerð, klár at taka í nýtslu, lótu ísraelsmenn gazabúgvum umframt - ókeypis! Hvørki Høgni, Hanus, Heini & Co góvu Ísrael nakað herðaklapp.

Ei heldur teir lótu við seg koma, tá rakettirnar regnaðu niður yvir kvinnur og børn í Ísrael!

Undrar tað nakran? Tey eru jú bara avkom undan apum og svínum! Hvat hendi?

Jú, undir ráum Allah-akbar frumskógargeylum - eins og hoyrast á gøtum Evropas í dag - knústu gazabúgvar vakstrarhúsini, sum kundu breyðføtt alt Gaza við grønmeti, samstundis sum teir saman við antisemittiskum lygivættum frælsa heimsins, Reyða Krossi, Amnesty og tí korupta Heimsráði Kirkjunnar ákærdu Ísrael fyri at úthungra teir! Gaza hevur mark móti Egyptalandi, fæst ikki matur o.a. tann vegin?

Hví nevna Ísrael-útspillararnir bert markið móti Ísrael? Ja, hví heldur tú?

Síðan fóru teir undir at skjóta rakettir inn yvir bygdir Ísraels!

Sami yvirgangur, sum teir fóru undir aftaná ta fyri Ísrael sjálvdestruktivu “Oslo(friðar)avtaluna” við sjálvmorðsbumbum!

Mest skitnastu vápn vórðu brúkt í fjølmiðlunum móti Ísrael, tá teir sóu seg noyddar at royna at beina fyri yvirgangsreiðrunum hjá haturstungnu, heidnu mullum Iran’s í Gaza.

Almennu fjølmiðlarnir vóru á tremur við tíðindum um “eirindaleysa blóðbaðið” í Gaza!

Men aldri teir nevna eitt einasta orð um tær næstan dagligu yvirgangsatsóknirnar móti teimum kristnu í muslimskum londum! Ikki eitt orð!

Ei heldur nú áleið 30 kristin vórðu dripin og enn fleiri løstað fyri lívið í eini av fleiri yvirgangsatsóknum í eini kirkju í Kairo!

Ei heldur eitt orð um teir kristnu “palestinararnir”, sum hava verið noyddir at rýma heimanífrá undan drápsharkaliðum Abbas, fíggjað av peningi frá vesturheiminum!

Sjálvt eftir ein av landinum rýmdum ísraelskum Judasi, Avi Shlaim, sat Brynhild Thomsen og kýtti seg við at týða eina grein eftir, ein leskibiti fyri antisemittar, sum stakk sítt egna fólk í ryggin, ið fylti heilar tvær síður í Dimmu! (Dimma 09.01.2009, s. 16-17).

Undirritaði hevur ikki til henda dag sæð Brynhild týða nakra Ísrael-jaliga grein á heilar tvær síður! Hví man tað vera?

Fremstir at geva Ísrael skoðsmál sum bæði eitt og annað vóru formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal (Dimma 09.01.09, s. 12), Heini í Skorini (Sos. 08.09.09, s. 12-13), fyri als ikki at tala um Hanus Kamban, hvørs óhorviliga jødahetz við skitnu lótum lygnarinnar og skammiliga hvítvaskan hansara av skarprættara teirra samkyndu, jøda-fólkamorðshóttandi rasistiska lúshundinum Ahmadinejad bar av øllum. (Sos. 05.12.08; 12.12.08; 15.01.09, s. 14-15).

Tað vóru sanniliga ikki grælingafjaðrar.

Ein kulsar at lesa slíkt.

Men ikki nóg mikið við tí. Uttan at ylna um oyruni legði hann markleyst óndsinnað og søgufalsandi eisini jødarnar undir at vera teir, ið “uppfunnu” terrorismuna!

Sjái Guð hluta minn, tað er ein mentan!

Hann hevur reist sær ein óhorviligan varða til hin hinsta dag. Men hann er ikki hin einasti sum fiskar undir Krítunesi! Hatursprongdu skarnsverkini móti jødum eru mong, t.d. Hitt Kommunistiska Manifestið, Von den Juden und ihre Lügen eftir Luther, Koranin, Hadith, Mein Kampf, Zions Vises Protokoller o.s.fr. Jødarnir verða skírdir fasistar, ránsmenn, blóðvargar, teir, ið uppfunnu terrorismuna og tað, ið verri er. (Sos. 15.01.09, s. 14).

Øðrvísi er við muslimum.

Hanus spyr, um muslimar eru óndir? (Sos. 05.12.08, s. 20).

Eru tjørnuvíksingar óndir?

Muslimar eru hvørki meir óndir ella meir jødahaturstungnir enn Hanus!

Tað kann jú valla kallast ónt, at kalla jødar og kristin eftirkomarar undan apum og svínum, tí hetta er jú júst tað sama, sum darwinistar eisini siga um okkum!

Jødar eru so sanniliga ongir einglar, men teir uppdraga ikki børn síni til at hata palestinar.

Talan er ikki um muslimin sum menniskja. Muslimar sum menniskju eru hvørki betri ella verri enn vit øll onnur.

Talan er um islam, eina andsmakt, eina heidna Kristusavnoktandi, søgu- og bíbliufalsandi fathwa-, sharia- og jihadvillulæru, ið beinleiðis eggjar til at drepa “vantrúgvandi”, t.v.s. ikki-muslimar - so sum Høgna Hoydal, Heina í Skorini, Hanus Kamban & Co, fyri ikki at tala um samkynd, kristin og jødar!

Tað er als ikki “ein avlagað trúarlig tulking av islam”, vit hava við at gera, soleiðis sum hin bláoygdi Kim Simonsen vildi vera við í Dimmu 13.05.2005, men tað er sjálvum islam fyri at takka, at ikki fæst friður í Miðeystri!

Tað er islam fyri at takka, at støðan er vorðin sum er á gøtum og í no-go-býlingum frælsa heimsins!

Tað nevnir Heini als ikki, tí hann tosar bert um súmtomini og er ikki førur fyri at skoða inn í demoniska andaheimin. (Ef. 6.12).

Illgerðirnar á gøtunum í Miðeystri, 11.9.2001, á Bali, í Beslan, Moskva, London, Madrid, Malmø, Køln, Keypmannahavn, París, Nice og Berlin eru allar sum ein jihad-relateraðar og einans islam fyri at takka - ikki Ísrael!

Eru yvirgangsatsóknir muslima móti øðrum muslimum á gøtum muslimska heimsins kanska eisini Ísrael fyri at takka? Vaknið og haldið uppat við at liva uppá eitt bedrag!

Tí og bara tí verður ikki friður í Miðeystri!

Trupulleikin er ikki landaøki, trupulleikin er islam!

Islam er ikki bert trupulleikin í Miðeystri, men nú eisini í óhugnaligan mun í no-go-býlingum og á gøtum frælsa heimsins!

Nakað, Høgni, Heini, Hanus & Co ikki taka upp á tunguna - á sama hátt sum bumbing russa av kvinnum og børnum í Sýria!

Tað er harafturímóti Ísrael, sum eftir teirra forkvaklaðu hugsan er størsti yvirgangskroppurin í Miðeystri.

Tað, russar gera í Sýria er sambært teir barnamatur aftur ímóti tí Ísrael ger og eftir teirra tykki ikki vert at taka upp á tunguna. Tí er spurningur mín:

Hví eru Høgni, Heini, Hanus & Co so tigandi nú russar í langa tíð við tyssibumbum eirindaleyst hava framt fólkamorð mótvegis verjuleysum kvinnum og børnum í Sýria?

Eru tey ikki eisini menniskju?

Hví eru hesir sjálvtilnevndu “verjar barnanna” so tigandi nú?

Tað skuldi væl ikki verið so, at tøgnin valdast tí veruleika, at Ísrael ikki er partur av málinum?

Skuldi tað verið neyðugt at svara?

Sagt verður at moralur er góður, men at dupultmoralur er dupult so góður.

Tað kann vera.

Men tó er tað eitt, sum er uppaftur betri. Undirritaði hevur sagt tað áður, og sigur tað aftur:

Tað er hykl!

Men hykl luktar sum kunnugt ikki!

Tað er vorðið ein lívsstílur, ein siðmentan og situr tvørturímóti til háborðs í góðum veldum!

Kajfinn Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo