Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Nú skal løgtingið viðgera hjúnabandslógina aftur, og sum eg havi skilt, so er hetta seinasti kjansur at steðga hesum alvorliga máli.

Tað eru nógv javnaðarfólk runt um alt landið, sum harmast og gráta um, at eingin skal vera eftir í flokkinum, sum setur seg upp ímóti hesum. Fara vit fá ár aftur í tíðina, so vóru sterkar røddir í flokkinum, sum vildu verja tey kristnu virðini.

Er eingin eftir? Og hvar bleiv Henrik Old av? Vit vita, at hann stemmaði ímóti at broyta hjúnabandslógina undir seinastu samgongu í 2014, tá Rigmor Dam, Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen løgdu tað fyri tingið.

Nú er Henrik Old í parti við somu persónum, og nú hoyrist einki til hann. Hann hevur makt til at steðga tí, vissi hann vil.

Henrik Old kann ikki krógva seg aftanfyri tað, at hann er landsstýrismaður og ikki kann atkvøða ímóti.

Hann kann bara geva ordrar til tað til sín varamann – ella sjálvur taka sæti, sum hann eigur í løgtinginum og stemma ímóti!

Hopi, at hann hevur dirvi til tað!

Javnaðarveljari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo