Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Andaktir

Tað kendist ikki fremmant, hóast mangt var øðrvísi. Landslagið og hitin, maturin og mentanin líktust ikki tí heimliga føroyska.

Vit vóru í Italia, nú eldra bróðurdóttir konuna varð vígd einum manni úr Nerviano.

Brúðgómurin er uppvaksin í hesum hugtakandi forstaðnum hjá Milano. 

Mánamorgunin tann 1. juli 2018 sótu vit bæði konan eina góða løtu í tøgn í tí katólsku kirkjuni Chiesa di Santo Stefano.

Her var parið vígt undanfarna leygardag. Katólska vígslan var vøkur og fólkslig.

Vitjandi úr luthersku kirkjuni hjá brúðrini møttu virðing og fólksligum blíðskapi. 

Kirkjan er uppkallað eftir tí heilaga Stefani, ið varð tikin av døgum í Jerúsalem um ár 34 vegna sína trúgv á Jesus sum Harra og frelsara.

Stefan var javnaldri Jesu og hjálpti ápostlunum og tænti kirkjuliðnum.

Hann gjørdi tænastu við borðini og er fyrimyndin hjá diakonum.

Ein friðsæl løta í djúphugsan og kvirru. Fólk komu og fóru.

Einki orð varð talað. Nøkur lógu á knæ í bøn. Onnur stóðu í andakt framman fyri myndum, ið vit kunnu kalla altartalvur.

Katólskar kirkjur hava fleiri størri og smærri altar.

Ein dýrabarur møguleiki hjá trúnni at tosa við himmalska faðirin i friði og náðum.

At kunna leggja familjuna, børn og barnabørn í Harrans hendur og vita, at himmalin svarar í sínum tíma.

Tað er áfylling av orku og friði, ið hesin heimur ikki megnar at geva.

Hetta kennist møguliga fátækt hjá tí ókenda, tí tað er hvørki prædika, andakt ella sálmasangur, – einans tað heilaga rúmið.

Tað er als eingin skrá, ei heldur nakar kirkjutænari ella prestur.

Eyðvitað hevur onkur ábyrgd av kirkjuni, men tey eru ósjónlig í løtuni og rúminum.At møta tí heilaga er eitt mál í sær sjálvum.

Alt tað, ið hin einstaki hevur uppá hjartað verður borið fram fyri Harran: Gleði og tregi, heilsa og líðing, angur og bøn um náði og fyrigeving syndanna. 

At tosa við hin heilaga og lata seg metta av tí guddómliga veitir frið, gleði og trivnað.

Vitjanin gevur linna og minkar um kensluna av strongd, angist og ótta.

Andalig heilsubót gagnar øllum menniskjanum. 

Kirkjan var høg og vítt var til veggja.

Hon var prýdd við mongum myndum, ið lýstu persónar og løtumyndir í skriftini.

Inngongdin innar í kór var í skapi ein hálvur sirkul, ið bar innskriftina: “Venite benedicti in regnum Patris mei”.

Omanvert innskriftina var ein málningur av Guðs ríki, har Jesus sat tignarligur á tí himmalsku trónuni.

Við Jesu lið stóðu tveir einglar, annar vinstrumegin og hin høgrumegin hátignina.

Fleiri fólk gingu fram til hásætið. Tey bóru tungar byrðar og tyktust neyðarslig og fátøk.

Áhugavert var at síggja, at báðumegin – har sirkulin byrjaði – vóru tónleikarar og trompetir.

Innskriftin er ein stytting av kendu orðum Jesu úr frásøgnini um evsta dag: “Komið tit hini vælsignaðu inn í ríki faðirs míns.”

Tey vælsignaðu, – hvørji eru tey?

Svarið er avmyndað, tað eru tey neyðarsligu, sjúku og fátæku.

Tað eru øll tey, ið geva innbjóðingini gætur og veita menniskjum linna í tilveru og degi. 

Frá myndini ovarlaga á hválvinum fullu eyguni á vitjandi í kirkjuni.

Hetta vóru valla múgvandi fólk, og fleiri teirra bóru sjónlig brek.

Onkur teirra ristist so illa, at torført var at halda saman hendur og signa seg. 

Inni í kirkjuni søktu tey sær styrki til dagin og vegin. Tað var andakt yvir løtuni, og tey smíltust blídliga úti á trappuni. Guð fór at hjálpa teimum onkursvegna.

Trúgvin var ikki eitt plástur á sári. Heldur var talan um andaliga styrki at bera dagsins byrðar.

Vitjaðu eina katólska kirkju í Nerviano og vórðu mint á tænastu teirra kristnu.

Meðan vit prædika innbjóðing Jesu, at øll eru boðin vælkomin í ríki faðirsins, skulu vit gagna menniskjum í teirra gerandisdegi.

Hin heilagi Stefan gjørdi tænastu við borðini, og kirkjan hevur upp ígjøgnum tíðirnar verið virkin í sosialum og manngóðum verki. Mær rann í huga eina løtumynd frá seinna heimsbardaga.

Presturin Dietrich Bonhoeffer, sum sjálvur sat fangi og varð avrættaður stutt fyri krígslok, eigur frásøgnina. Jóladag vitjaði kirkjan týsku týningarlegurnar við kenslubornum tónleiki, og prestarnir prædikaðu um frið á jørð og góðan tokka millum menniskju. 

Fangarnir kendu boðskapin innantóman og veruleikafjaran. Kristindómurin var vorðin orð um tað góða uttan at skapa tað góða.

Kristnin las uppskriftina uttan at dyrka lendið, ið fær trúnna á Jesus at anga av góðum og smakka væl hjá teimum neyðstøddu.

Kristus var als ikki sjónligur í tí kirkjuliga ímillum gudstænasturnar. 

Trúgv og trúarinnar fruktir.

Hetta var sannføringin nevnda mánamorgun.

Komin út úr kirkjuni skuldi sannføringin standa sína roynd, tá ið vit møttu einum neyðarsligum eldri manni, ið biddaði.

Møttu vit honum í Kristi stað?

Amen.

Orðið: “Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað!” (Matteus 25,34).

Jógvan Fríðriksson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo