Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni, sum fyri stuttum fekk nýggja nevnd, er nú so smátt farið til verka, og mánakvøldið 21. novembur verður boðið til kunnandi fundir í Vági og í Trongisvági.

Á fundinum verður kunnað um ætlanina at fara ein túr til Reykjavíkar í august 2017, og um hvussu ein slíkur túrur, kann verða ein hjálp til at fáa fólk í gongd við at røra seg, ella seta sær mál.

Fundirnir verða mánakvøldið 21. novembur í VILT-húsinum í Vági kl 19.00 og við Stórá í Trongisvági kl 20.00.

Formaðurin í Hvistuni, Finn Johannessen, sigur millum annað, at hann hevur sjálvur luttikið í fleiri uttanlandsferðum, bæði í sambandi við fótbólt og renning, og hesir túrar geva eitt fantastisk samanhald, og eru samstundis eisini ein gularót at venja fram ímóti.

- Tí vóna vit at hetta kann gerast startskotið hjá enn fleiri suðuroyingum, at taka sína heilsu í álvara, seta sær eitt mál og koma ígongd, sigur hann við VP.

Spurdur, hvussu langt tú skalt renna fyri at kunna klára ein slíkan túr, svarar hann, at tað er júst tað stuttliga við hesum túrinum.

- Her eru teinar úr 3km og heilt upp í heilt maraton, ið er 42,2km. Har ímillum eru 5, 10 og 21,1km túrar eisini, so tað skuldi avgjørt verði ein góður møguleiki at klára hetta, sigur hann.

Og leggur afturat, at tey hava venjingar fleiri dagar um vikuna, og har eru nógvir ymiskir motionistar við, sum hvør á sín hátt royna at hjálpa teimum nýggju ígongd.

- So vit eru klár, tí vit hava tvey kvøld um vikuna í Trongisvági og tvey kvøld um vikuna í Vági, har vit renna, umframt at vit hava ein sunnudagstúr sunnumorgun, so tað er bara at koma frá húsum, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo