Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Innlendis ítróttur

Hvistan, hvørs endamál er at fáa fólk í Suðuroynni at røra seg, hevur seinastu mánaðirnar havt regluligar venjingar á vøllinum við Stórá í Trongisvági.

Hóast tað stendur venjing, so er tað nokkso frítt hvat hvør einstakur ger og klárar, men felags er, at øll eru á vøllinum og røra seg samstundis og eisini koma saman.

Venjingarnar eru onsdagar og fríggjadagar kl 17.00 og tá eru ljósini kring vøllin eisini tendraði, umframt at felagshúsið er opið til at skifta í ella bara fáa sær eitt prát.

Hvistan hevur sum slagorð fyri 2017: Hvistan - sjónlig rørsla. Og hetta eru venjingarnar við Stóra eisini eitt tekin um. Umstøðurnar eru frálíkar, gott og bleytt undirlag, umframt eitt stásiligt felagshús.

Við hesum venjingunum eru nú 4 reglulig venjingarkvøld hjá Hvistuni hvørja viku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo