Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Innlendis ítróttur

Hvistan: Frælsur ítróttur í Føroyum, hevur ikki verið serliga væl umboðaður úr Suðuroynni, og tað ynskir Hvistan nú at gera nakað við.

Við alt fleiri íðkandi rennarum í Suðuroynni, og einari Marghøll, sum gevur framúr møguleikar til eitt nú frælsan ítrótt, fer Hvistan nú undir at skipa fyri venjingum fyri børn og ung í aldrinum 9-17ár. 

Endamálið við hesum tiltakinum, er at børn og ung, kunnu fáa enn eitt spennandi tilboð til ítrótt, har renning á stuttum teinum 40 og 60 metrar, og miðteinum 400 og 600 metrum, umframt longdarlop, kast og annað eisini er. 

Hvistan hevur ikki havt venjingar fyri børnum og ungum áður, og ei heldur hava Hvistu ungdómur verði luttakandi til kappingar á breyt, ið verða fyriskipaðar av frælsum ítrótti í Føroyum (fíf) og feløgum undir FíF, og er hetta ein liður í hesari ætlan, at fáa ungdóm ur Suðuroynni sjónligan á hesum palli. 

Tveir ungir venjarar og ein reglulig venjing um vikuna - ókeypis:

At fáa børn við, kann vera trupult, men longu ídag (leygardagin 20. apríl kl. 11.30) og aftur týsdagin eftir páskir, eru ókeypis royndartímar og kunning um hetta nýggjasta átaki fyri børn og ung, verður í Marghøllini í Vági. 

Tað verða tveir ungir íðkarar, sum bæði hava góðar royndir frá styrkivenjingum, renning, klatring, fitness og øðrum, sum saman við limum í Hvistuni, koma at hava hetta ókeypis tilboðið, ið byrjar ídag og heldur áfram til hálvan juni - ið hvussu er at byrja við, og alt eftir hvussu góð undirtøkan verður. 

Hvistan sum hevur skipa fyri tiltøkum, renning, gongutúrum og eitt nú Føroya Sunnasta 1/2marathon, hevur meira um hetta tiltakið á heimasíðuni http://www.hvistan.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo