Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Nú er ætlanin at gera ein breiðan veg við 6000 bilum um dagin beint norðan fyri húsini á Hvítanesi, har ætlanin annars var at byggja.

Hetta vil siga, at bygdin ikki kann vaksa meir. Tann stóra ferðslan fer at larma og órógva, og hugurin at seta búgv fer at minka. Hetta fer at hava við sær, at prísurin á fastari ogn ikki fer at fylgja við prísunum aðrastaðni. Talan verður um stórt tap fyri tey, sum búgva í bygdini.

Hvat er her á vási?

Hetta kom fram á fundi í hundrað ára gamla skúlanum á Hvítanesi hóskvøldið 3. mars. Har var stjórin í tí felag, sum er farið undir at gera niðansjóvartunnilin millum Streymoynna og Eysturoynna. Hann greiddi frá, at ætlanin var, at tunnilsmunnin streymoyarmegin skuldi vera beint norðan fyri bygdina, í tí einasta byggiøki, bygdin hevur eftir.

Á fundinum varð víst á, at hesin munnin er óvanliga høgt uppi. Alla aðra staðni verður roynt at fáa tunnilsmunnarnar so nær sjóvarmálanum sum yvirhøvur møguligt. Her verður farið 15 metrar hægri upp enn neyðugt. Beint norðanfyri, inni á Sandvíkum, er stórt láglendi. Við at fara so høgt upp verður tunnilin 300 metrar longri enn neyðugt. Hvør metur kostar 0,1 millión, so íløgan verður 30 milliónir størri. Rakstrarútreiðslurnar verða somuleiðis størri í allari framtíð bæði fyri tunnilin og fyri tey sum skulu nýta hann. Frammanundan er tunnilin ein av teimum longstu í heiminum, og eingin orsøk er til at gera hann enn longri.

Við at flyta munnan hetta stutta pettið burtur frá bygdini ber tí til at minka um kostnaðin av tunlinum og sleppa undan at Hvítanes bygd gerst eitt ferðsluoffur.

Her er tí talan um eina broyting, sum hevði verið til fyrimun fyri allar partar.

Men tað tykist, eins og allir myndugleikarnir hava gjørt av at leggja eftir teimum, sum vara av Hvítanesi.

Tann staðbundna nevndin fyri Hvítanes segði seg einki hava fingið at vita um ætlanirnar. Býráðsformaðurin, sum annars er raskur at møta upp, var ikki at síggja. Eingin av teimum 33 løgtingsmonnunum var komin á fundin at síggja hvønn sviða teirra semja um Streymoyar-Eysturoyartunnilin fer at bera við sær fyri tey fólk, sum verða rakt av hesi nýggju ferðsluæðr.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo