At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Eg hevði ikki væntað at nakað aftur kundi koma fram í málsgongdini um "Havnartunnilin" sum kundi kløkka meiri, enn høpisleysi tunnilsmunnin á Hvítanesi!

Hann kemur upp í tveytifimm metra hædd, sum kostar einar fýrahundrað metra tunnil eyka!

Munandi betri loysn hevði verið at havt tunnilsmunnan á Sandvíkaleiðini!

Henda sera vánaliga norska ráðgeving sigst at hava kostað Skálafjarðartunlinum eini fýrati miljónir!

Men gakk!

Nú kom fram at Heðin og Hendrik hava skrivað undir eina avtalu um vegaføringina frá tunlinum.

Jú, teir ætla at gera fleiri kilometrar av vegi meiri enn neyðugt, og tvær rundkoyringar heldur enn eina við Hjalla!

Og vit her búgva koma at gjalda fyri býttleikarnar!

Soleiðis fáa teir eisini forða møguligari framtíðar býarbygging á leiðini, eins og teir longu hava gjørt á Hvítanesi!

Hvussu kundi hesin ørskapur henda?
Jú! Tað er sjálvandi tí at Løgtingið, nærum einmælt, samtykti at lata einum "tilfeldigum juridiskum persóni" - Skálafjarðartunlinum - einaræði á vegapolitikki og galdandi byggisamtyktum, Føroya, sum var væl kjølfestur av Mikkjali Helmsdal og mongum øðrum.

Hetta samtykti Løgtingið nærum einmælt og úrslitið síggja vit nú!

Haldi at tey als ikki vóru vakin, sjálvt um tey helst fáa góða tímaløn og eftirløn!

At hyggja eftir hasi norsku vegaloysn fær ein at hugsa um at hatta kundi líkst eini innkoyring til Los Angeles ella annan stórbý!

Men har búgva mangar miljónir. Á Skálafirði og Suðurstreymoy eru vit einans eini 25.000 fólk.

Ætlaði vegurin fer beinleiðis at leiða ferðsluna fram við Hvítanesi, Hoydølum og á Ringvegin!

Hví droyma teir um at leiða ferðsluna við áttati kilometra fer til Vesturbýin tá øll tunga ferðslan skal til ella frá Skansaboða?

Nei! "Der lades alt håb ude"!

Hanus Vang, verkfrøðingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo