Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tann stríðsfúsa oddakvinnan í  Havn, frúgvin Annika Olsen, sum nýliga er konverterað til so rabiat havnarfólk, at tey allarfægstu í høvuðsstaðnum kunnu fylgja við í hennara metamorfosu, er nú aftur farin í hernað.

Hesu ferð herjar hon á Strandferðsluna.

Hon hevur sent miðlunum eina deklamatión, har hon við bombastiskum orðalagi leggur Strandferðsluna undir "revolvara-politikk"!

Strandferðslan er ein service-funktión, sum leggur nógvar pengar og aktivitet eftir seg í høvuðsstaðnum  við at brúka Tórshavnar havn.

Havnar býur hevur tí nógv at takka Strandferðsluni fyri. Men kortini sendir Havnar kommuna beinleiðis okursrokningar til tann almenna service-stovnin.

Heilar 30.000 kr. í havnargjaldi fyri eitt einasta skip, sum ikki gevur havnarmyndugleikum annað enn  rættiliga einfalt rutinuarbeiði, ljóðar órímuligt - tað er næstan okur!

Tað kundi tí verið uppá sítt pláss at kanna, hvat Runavíkar kommuna ella Strendur høvdu kravt fyri somu tænastu. 

Annika ætlar at pressa citrónina, tí hon heldur seg fyribils hava eitt slag av monopoli, men tað kann koma  at knípa hjá henni, tá ið tunellin til Skálafjarðarøkið er liðug.

Tessvegna mugu vit spyrja, um ikki Annika hevur tikið feil av, hvussu ein revolvari vendir. Vit onnur duga ikki at síggja annað, enn at tað er oddafrúgvin, sum hóttar við revolvara móti Strandferðsluni.

Hevði hon ans fyri service og fólkaligum atburði móti einum almennum stovni, sum gevur Havnini nógvar sømdir, átti hon heldur, at sæð ta lukrativu symbiosuna millum Strandferðslu og høvuðsstað.

Annika forstendur ikki, at hon fyrst og fremst revsar forbrúkararnar hjá Strandferðsluni við at mjólka henda stovnin fyri slíkt okursgjald.

Set heldur havnargjaldið munandi niður í staðin fyri at peiggja við revolvaranum.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo