Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

Eftir óhugnaligu søguna um hina dripnu og sundurlimaðu Kim Wall umborð á heimagjørda kavbatinum hjá Peter Madsen, eru nógvar gitingar um mannliga høvuðspersónin í søguni, ið er sum ein ræðusøga av teim mest forbodnu.

Munurin er bara, at hetta er veruleiki, ið stig fyri stig kemur undan kavi, og sum løgreglan nú roynir at seta saman, so greiða kann fáast á, hvat er hent.

Vísandi til heimildarfilmin um Peter Madsen, Amateurs in Space ( Sí her ), sum Max Kestern gjørdi í fjør, hevur danska filmstíðarritið Ekko nú eina grein um høvuðspersónin í krimigátuni.

Tíðarritið nevnir sálarfrøðiliga hugtakið ”kværulantforrykthed”, ið er ótálmað vreiði hjá einum, sum altíð vil hava rætt, tí hann er so ”rethaverisk”.

Søgan um Peter Madsen upptekur og hugbindur fólk um allan heim.

Spurningurin er, um markleysi veruleikin, hann við góðum stuðli hevur livað í, nakrantíð fer at verða sannførandi á filmi.

Livst, so spyrst.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo