Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Vit hoyrdu nú um dagarnar tekniska stjóran í “Bústøðum” greiða frá, at íbúðirnar í Máttalág, sum ætlanin er at byggja, skulu útlendingar byggja.

Grundgevingin er, at føroyskar fyritøkur eru ikki kappingarførar!!!

Hvat verður henda útsøgn grundað á?

Áhugavert hevði verið at fingið upplýst, hvussu nógvar fyritøkur talan er um.Havi tosað við nakrar teirra, sum allar vísa á,at tær als ikki spurgdar og tíðansei heldur bidnar um nakran prís.

Fleiri av hesum fyritøkum,sum hava sett lærlingar við, hava ikki arbeiði niðurfyri til stórt meir enn 3 mánaðir fram,so hetta ávirkar eisini grundarlagið undir útbúgvingunum hjá teimum.

At tað almenna gongur á odda, at lata útlendingar gera arbeiðini ger ikki støðuna betri.

Tað er tíverri ikki ókent, at kvaliteturin ikki stendur mát, og byggisjusk hava vit alt ov ofta verið vitni til.

Hava vit als einki lært? Hvar er SEV í øllum hesum?

Í § 6. í Handbók fyri El-innleggjarar stendur at: El-innleggjarin kann ikki fráboða ella átaka sær ábyrgd av arbeiði, ið er gjørt av persónum, sum ikki starvast í virkinum.

Verða so bara undantaksloyvi givin?

Samstundis verður frá polittiskari síðu róð fram undir tankan um, at fakfeløg eiga at lána”bústøðum” pening til at byggja fyri.

Hví skulu fakfeløg tað, tá arbeiði ikki so mikið sum verður gjørt av føroyskari arbeiðsmegi?

Tað hjálpir lítið at rópa um ein sjálvberandi búðskap, og so ganga á odda fyri, at skattakrónurnar enda í útlendskum kommunukassum.

Tí tað er gongdin, lata vit útlendingum alt tað stóra arbeiðið at gera fyri løtuvinning og fyri at spara nakrar krónur her og nú.

Søgan hevur víst okkum, at vanliga verða tað føroyskar fyritøkur, sum kortini mugu taka um endan,tá ið kvaliteturin ikki vísir seg at standa mát við tað, sum biðið varð um og goldið varð fyri.

Løgið, at vit einki hava lært,og uppaftur løgnari tykist tað, at politiskt verða oyru og eygu latin aftur.

Vit hava fyri kortum hoyrt stjóran á Mest og aðrar stjórar við greiða frá, at føroyingar eru í allar mátar kappingarførir við útlendingar,men ikki hjá “bústøðum” har er uppáháldið tað øvugta.

Annað dømi er strandfaraskipið Smyril, sum var í dokk uttanlands herfyri.

Teir høvdu føroyskar handverkarar við til ymiskar uppgávur, og teir vórðu stórliga róstir fyri dugnaskap og skjótleika,so her haltar okkurt við frágreiðingini frá “Bústøðum”.

Í útlondum mangla føroyskir handverkarar,hví man tað vera?Neyvan tí,at teir ikki eru kappingarførir!

Tað tykir mær eitt sindur løgið,at tað nú brádliga skal vera so stórur tørvur á leiguíbúðum.

Hví hava tær ikki verið raðfestar fremst, heldur enn at byggja marglætisíbúðir Yvri við Strond, har vanlig fólk ikki hava ein livandi kjans at fáa sær bústað, men bara fólk við sera góðum lønum og pensiónum sum hava ráð at leiga.

Spurningurin kann tí av røttum setast, hvat er ætlanin við “Bústøðum”?.

Havnar Handverkarafelag
Eli Brimsvík, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo