Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Onnur tíðindi

Tíðindaskriv frá Synergi: Hvør ger heimasíður í WordPress? Øll.

Ja, altso… ikki øll.

Men øll.
Kunnu.

Øll kunnu gera heimasíður í WordPress:

Leiðaradagurin ger tað | www.leidaradagurin.com
Frumbiti ger tað | www.frumbti.fo
Gist & Vist ger tað | www.gistogvist.fo
Irf ger tað | www.irf.fo
Teldutænastan ger tað | www.tt.fo
Varðin ger tað | www.vardin.fo
Fuglafjarðar Kommuna ger tað | www.fuglafjordur.fo
StarWars ger tað | www.starwars.com
Sony Music ger tað | www.sonymusic.com
 Og nógvar aðrar fyritøkur og stovnar…

Sjálvandi. Skalt tú hava avanceraðar funkur inn í tína heimasíðu,
so kanst tú nokk ikki gera alt sjálv/ur.
Men tú kanst gera nógv.

Eitt nú hava vit - her hjá Synergi – gjørt heimasíðuna www.leidaradagurin.com, sjálvar. Tað gjørdu vit aftaná at hava luttikið á einum skeiðið (hjá Synergi) í WordPress. Tað er eini 2-3 ár síðani.

Í februar 2018, skipar Synergi aftur fyri einum grundskeiði í WordPress.
Tann 26. & 27. februar 2018.

So ert tú í tí støðu, at tú manglar eina heimasíðu, so kann eg viðmæla tær at luttaka á grundskeiðinum í WordPress. Aftaná skeiðið kanst tú gera eina heimasíðu ella blogg, við útgangsstøðið í skeiðinum og tilfarinum, sum tú fært við heim frá skeiðinum.

Tú kanst lesa um skeiðið her: http://synergi.fo/grundskeid+i+wordpress+26+amp+27+februar+2018.html

 Ps. Ert tú forvitin eftir at vita, um ein heimasíða er gjørd í WordPress og hvat fyri tema tey hava brúkt, so kanst tú kanna tað á hesari heimasíðuni: http://whatwpthemeisthat.com/ 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo