Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tað er eitt vælkent faktum, at meginparturin av Tí danska Eindarlistanum eru arvtakarar eftir gamlar frustrerdar ex-kommunistar og teirra hálvforstýraðu børn.

Flokkurin hevur uppá hvamsvís uppgivið ta falleraðu Sovjettkommunismuna, maoismuna, albanismuna og tað steinøra Pol Pot-liðið!

Síðani hava teir roynt at spælt sjónleik sum "demokratar" og pluralistar, men teir gomlu hógvarnir koma rættiliga ofta undan og avdúka teirra dupultmoral.

Tað síðsta, teir hava funnið uppá, er, at teir gráta ønskrilig krokodillutár um Catalonien, sum skal vera "kúga" og fíggjarliga "rænt" av Spanien, hóast landsparturin hevur rættiliga víttgangandi sjálvsstýri.

Hesir hyklarar eru nú skammleysir farnir at leggja seg út í spanskan innanríkispolitikk, tí catalonarar ikki sleppa at loysa frá stjórnini í Madrid.

Men hvat við tí fesku "fortíðini" hjá hesum handavaskandi NÝ-demokratum?

Hava teir longu gloymt, hvussu teir vælsignaðu tey blóðigu diktaturini?

Líka til 1989, tá ið Berlinmúrurin datt, fagnaðu teir eldru limirnir í hesum løgna flokki alla diktatoriska kúging av minnilutum og mótmælandi dissidentum í teimum beinhørðu CENTRALISTISKU kommunist-statunum, sum ikki tolereraðu nakra separatismu.

Tá var annars reell grund til at demonstrera móti kúging, tí í teirra favørstatum var EINKI talufrælsi og einki lokalt sjálvsstýri, bara eirindaleys centralt stýrð kúging úr Moskva, Peking, Tirana og Phnom Penh.

- Politiskir minnilutar vóru bukaðir uppá pláss við militerum yvirgangi.

Men lívið er fult av komiskum paradoksum!

Hesin politiskt ónossligi danski Eindarlisti hevur forført tann politiska amatørin og upploysingarmannin, Magna Arge til at forlova seg við teimum og lokka hann til eisini at herja á spanskan innanríkispolitikk, so Føroyar standa sum tað einasta landið, sum góðkennir européiska separatismu.

Magni hevur tiltuskað sær rætt til at leggja føroyskan politikk í føvningin hjá fundamentalistunum í tí populistiska Eindarlistanum.

Hetta er í sær sjálvum tragikomiskt, men heilt groteskt verður tað, tí gamlir føroyskir stovukommunistar eru farnir at leggja uppí.

Hesir óbeskednu hyklarar, sum sympatiseraðu eymliga við teimum blóðigu kommunist-statunum, sum kúgaðu eitthvørt demokratiskt tittak, eru nú við stálsettum dupultmorali farnir at krevja destruktiva separatismu og meira "demokrati" í landnyrðings-Spanien, hóast teir allan sín ungdóm stórfagnaðu diktaturum og blóðigari kúging av flest øllum minnilutum.

HVAR er logikkurin - nú hesir forpjuskaðu og politiskt heimleysu ex-kommunistar eru farnir at renna ørindi fyri upploysingarmenn í Spanien!

Hava hesir naivu fantastar, sum høvdu so lítið av politiskari dømikraft, nakran moralskan rætt til at blanda seg uppí demokratiska debatt?

Áttu teir ikki heldur at skamma seg og gingið! sera spakuliga við hurðunum?

Søgan hevur Jú dokumenterað, at teir tóku feil í ØLLUM sínum brutala politikki, og at teirra spinkla politiska projekt fall saman sum eitt ússaligt korthús.

Tí hevði tað sømt seg fyri hesar politisku dagdroymarar at loyst tann gamla nalvastrongin frá Tí fúla Eindarlistanum; mynstra av kommunist-vrakinum og tagt í staðin fyri at forverra ta harmuligu sponsku støðuna við magnesiskum gorri, meðan Spanien bløðir av separatistiskum egoistum og forkelaðum ábyrgdarleysum lukkuriddarum!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo