Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Politikkur

Fyrispurningur um  bróstkrabbaviðgerð á Landssjúkrahúsinum, settur Sirið Stenberg, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvør er orsøkin til, at samstarvið millum íslendska bróstskurðlæknan, Kristján Skúla Ásgeirsson og Landssjúkrahúsið heldur uppat?

2. Hvør hevur tikið avgerð um at slíta samstarvið?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at samstarvið kann halda fram?

4. Í svari til fyrispurning nr. 29/2017 sigur landsstýrismaðurin, at LS er í samráðingum um sonenvndan viðgerðarpakka frá Herlev Sygehus í Danmark. Spurdist nøkur avtala burturúr teimum samráðingunum?

5. Fyri kortum frættist, at avtala er gjørd við sjúkrahús í Ålborg um  krabbameinsviðgerð. Kann landsstýrismaðurin greiða frá avtaluni, og hvat hon fer at merkja fyri teir sjúklingar, ið hava viðgerð fyri neyðini?

Viðmerkingar
 Í nøkur ár hevur verið samstarv millum íslendska bróstskurðlæknan, Kristján Skúla Ásgeirsson sum krabbameinssjúklingar, eftir øllum at døma, hava verið sera væl nøgdir við.

Men nú er avgerð er tikin um at steðga samstarvinum.

Ætlanin er sum skilst at samstarva við sjúkrahús í Ålborg, tá talan er um bróstkrabba og skurðviðgerðir í tí sambandi í framtíðini.

Fyri knøppum ári síðan arbeiddi LS eisini við ætlan um at enda samstarvið við íslendska læknan.

Fleiri sjúklingar og avvarðandi gjørdu tá vart við, at tey vóru sera væl nøgd við viðgerðina, tey fingu frá íslendska læknanum og starvsfólkum hansara, bæði í Føroyum og í Íslandi. Tey mæltu tí staðiliga frá, at samstarvið helt uppat, og søgdu tað fara at verða stórt bakkast fyri sjúklingarnar.

Nú er so enn einaferð avgerð tikin um at steðga samstarvinum.

Tá bæði sjúklingar og avvarðandi eftir øllum at døma hava verið væl nøgd, verður spurt, hvørjar orsakirnar eru til, at samstarvið heldur uppat, og nýggjar avtalur gjørdar?

á Løgtingi, 6. november 2018
Bjørn Kalsø løgtingsmaður 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo