Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Norðlýsið skrivar í vikuni, at Hanus Hansen, reiðari, følir seg misnýttan av Kringvarpinum. Hesa niðurstøðu kemur Norðlýsið til 15 dagar eftir, at sendingin ”Stríðið um tey 10 prosentini” er víst í sjónvarpinum. Tá Kringvarpið tosar við Hanus Hansen, vísir tað seg, at hann als ikki følir seg misnýttan av Kringvarpinum. So hvør manipulerar hvønn, Helgi Abrahamsen?

Hanus Hansen plagar ikki at vera bangin fyri at siga sína hjartans meining, eisini við okkum í Kringvarpinum. Tí gjørdist eg bilsin av, at eg onki hevði fingið at vita um misnøgdina hjá reiðaranum, áðrenn eg las tað á heimasiðuni hjá Norðlýsinum. Hanus Hanus hevur ikki víst á sína ónøgd hjá nøkrum í Kringvarpinum. Eg ringdi tí til Hanus Hansen fyri at fáa greiðu á hesum máli.

Eg kunnaði Hanus Hansen um, at eg harmaðist um at frætta um hansara ónøgd í einum øðrum miðli fleiri vikur eftir, at sendingin varð send í sjónvarpinum, og vísti honum á, at um hann føldi seg misnýttan av Kringvarpinum, so var rætta mannagongdin at kæra. Tí føroysku fjølmiðlarnir, eisini Norðlýsið, virka undir lógini um fjølmiðlaábyrgd. Lógin áleggur øllum føroyskum fjølmiðlum at halda leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið. Tí er Fjølmiðlanevndin eisini almennur kærumyndugleiki, um nakar følir seg hava verið fyri órætti í føroysku miðlunum.

Men tað vísir seg, at Hanus Hansen als ikki er ónøgdur við sendingina ella við viðferðina hjá Kringvarpinum. Hann hevur tí onga ætlan um at kæra um viðferðina. Hanus Hansen fer enntá so langt, at hann segði tað vera ein hugnalig og virðilig vitjan, tá Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam løgdu leiðina forbí hjá honum í Klaksvík. Eftir ráðum frá hansara sakførara ynskti Hanus Hansen, at samrøðan varð bandað. Tað hevur Kringvarpið ongan trupulleika við, og fotografurin hjá okkum, Jógvan Eli Dam var enntá so beinasamur, at hann hjálpti Hanusi Hansen við at seta myndatólið upp.

Í sendingini ”Stríðið um tey 10 prosentini” kemur greitt fram, at Hanus Hansen ikki er fyri einari uppboðssølu. Hann sigur tó, at um 10 prosent av nýggja tilfeinginum verða seld á uppboðssølu, so hevði tað verið til at liva við. Men samanumtikið, so kemur greitt fram í sendingini, at Hanus Hansen er ikki fyri ætlaða fiskivinnupolitikkinum hjá sitandi samgongu, sum Hanus Hansen heldur vera eina vandamikla glíðibreyt. Hanus Hansen og Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum, sum báðir luttaka í sendingini, eru púra samdir í hesum. Eg spurdi Hanus Hansen um hann ikki var samdur við mær í, at hetta var boðskapurin, ið stóð eftir aftaná sendingina. Tað var hann.

At miðlar redigera er ikki tað sama sum at manipulera. Tað er journalistikkur. Tað eigur Helgi Abrahamsen eisini at vita. Hann er útbúgvin journalistur. Tað er faktiskt brot á lógina um fjølmiðlaábyrgd at lata redigeringsrættin frá sær. Men Helgi Abrahamsen hevur kanska ikki verið á skeiðnum um góðan fjølmiðlasið, tí hann gloymir eisini at lata okkum, Kringvarpið, sleppa til orðanna, tá hann leggur eftir okkum í greinini um ónøgdina hjá Hanusi Hansen. Tað er brot á leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið. Tað er manipulatión.

Liljan Weihe
Tíðindaleiðari
Kringvarp Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo