Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Nú vit eru í árinum 2016 og kappingin er hørð um allar vørur á alheimsmarknaðinum, hvussu gera vit so í Føroyum viðvíkjandi marknaðarføring?

Sagt verður, at Landi skal skapað/gera karmanar til vinnuna so góða sum møguligt, so at vinnan kann kapppast ella troyta teir møguleikar sum liggja inna karmanar.

Men hvat meinast ta við, tá sakt verður, at Landi skal skapa/gera karmar?

Er tað keyp av kvotum, fríhandilssáttmálar ímillum lond, bøta um tollforðingar og tílíkt. Er tað meiri landi fær gjørt, so at vinnan fær meiri fyri sínar vørur útyvir tað teir gera í dag?

Onkur sigur kanska, at landi ger nokk og onnur siga, at landi kundi gott gjørt nógv meiri.

Taka vit eitt lítið virkið í landinum sum dømi, hvussu nógva orku hevur hettar virki til at marknaðarføra seg á alheims marknaðinum.

Svarið er kanska: minimalt, tí tað krevur nógv og er eisini ógvuliga kostnaðarmikið, so nemmast er nokk, at gera ein sølu avtalu við ein fyritøku sum arbeiðir á alheimsmarknaðinum.

Hetta hevur so ein prís, sum so ger, at fyritøkan her heima fær minni fyri sínar vørur, tí gjaldast skal til fyritøkuna sum selur vøruna.

Er tað so altíð gjøgnumskygni í søluavtalunum ímillum sølufyritøkuna og endaliga kundan.

Tað vil siga, fær fyritøka í Føroyum rættað prísin fyri sína vøru ella verður reelli gevinsturin etin upp av millummonnum/sølufyritøkum?

Hví marknaðarføra Føroyar sjálvar ikki allar vørur vit útflyta. Hettar skal skiljast soleiðis, at sølufólk og pengar verða settir av til endamálið.

Fólk blivu útplasseraði fyri at finnað/kannað marknaðir og gera avtalur direkta til kundanar, so øll (helst øll) millumlið blivu burtur og seljarin her heima fekk rættað prísin og kundin fekk røttu vøruna.

Hvør skuldi so fíggja hetta, sjálvandi Landi, tí um ein fyritøka fekk økt um inntøkurnar, við at koma nærri seljaranum, so bleiv avkasti størri og fyritøkan vildi satsa meiri og harvið fleiri arbeiðsfólk, sum jú øll gjalda skatt.

Á henda hátt hevði landið fingið sítt og fyritøkurnar sítt umvegis størri søluprís.

Ein invistering hjá landinum, sum vildi verðið ein Vinn-Vinn støða fyri allar partar og kanska vildu nýggjar vinnur/fyritøkur sæð dagsins ljós, tí nú bleiv møguleikin fyri marknaðarføring ein heilt annar.

Vildi nokk eisini trú, at ferðavinnan kundi gjørt sær dælt av hesum, í tí at tað er landi Føroyar sum marknaðarførur og ikki sjálv fyritøkan.

Jan Haldansen
Vestmanna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo