Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Prestigu-projektid GLASIR er komið í eina  sera tragiska støðu, tá ið sjey starvsfólk hætta sær at klaga um stjóran Boga Bech Jensen og hansara manglandi leiðaraevnir og administrativa stíl. 

Vit vita øll, at fólk í almennum størvum nú á døgum klaga ikki, UTTAN okkurt er spinnandi galið á teirra arbeiðs- plássi.

Vit vita eisini, at tað krevst nógv áræði og dirvi  hjá  alment settum fólki, um tey skullu vága sær at  klaga um ein stjóra, tí bæði hóttandi repressalia og tann sterka jantelógin á teimum flestu arbeiðsplássum førir við sær, at eingin er serliga tryggur í sæti longri, serliga eftir at tænastumannalógin er avtikin.

Tænastumannalógin var genial, júst tí tænastumenn ikki kundu koyrast tilvildarliga og ósakliga úr starvi, og  tessvegna slett ikki ræddust ein ókvalificeraðan stjóra. 

- Men í dag kann eitt tvørball av einum stjóra koyra ein mann til hús, bara hann er reyðhærdur ella hevur  gálvað og flent at stjóranum.

Eftir hvat eg havi frætt, hevur Bogi Bech Jensen ikki skarað framúr á nøkrum øki sum egnaður oddamaður. 

- HVÌ er hann so settur í eitt leiðandi starv? HVØR hevur innstillað hann? HVUSSU er ein so óegnaður dólgur yvirhøvur komin uppá tal sum rektor? 

Hevur mentamálastovnurin snorksovið og slett ikki kanna mansins talentloysi?

Tað er sjálvandi ein manna-rættur at vera tvørur, forstokkaður og diktatoriskur, men so skal man  bara ikki vera settur sum leiðari nakrastaðni, við undantaki av Norður-Korea.

Eg havi tosað við fólk, sum IKKI hava skrivað undir klaguna, og eftir hvat eg (í trúnaði) havi fingið varhugan av og frá summum fólki diskreta vitan um, so hevur Bech Jensen slett ikki format til at vera rektor

Hann favoriserar opinlýst summi starvsfólk og læru-fak fram um onnur, hann er ókollegialur, lurtar ikki og er hevndarhugaður. Hann saknar, sum onkur tók til, bæði horisont og alment dannilsi.

Ein maður við so skerdum akademiskum flogi er ein katastrofa sum rektor. Hann fremur heimføðisskap og minkar um kulturarvin.

Í míni studentartíð var ofta tikið til, at ein rektor skuldi primert hava vítt útsýni og talent fyri at formidla breiða vitan um alment dannilsi og mentarsøgu.

Sum skrivað stendur undir ørnini omanfyri inngongdina til Kjøpinhavnar universitet: "Coelestem adspicit lucem" (Skoðar móti tí himmalska ljósinum)!

Bech Jensen hevur ikki ørnaflog, men minnir meira um ein gumputungan struts, sum billar sær inn, at hann kann flagsa uppfrá bara við at veipa hjálparleyst við sínum ódugiligu veingjum.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo