Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Eg veit nú ikki, um hetta er nýtt ella gamalt grafitti frá Sea Shepherd felagsskapinum.

Men eg vísti í dag nøkrum gestum, okkara vøkru Havn, og fann ikki grafitti vakurt at hyggja at úti á Skansanum.

So eg spyrji bara, hvør skal gjalda?

Sjálvur haldi eg at rokningin skal sendast til Sea Shepherd beinleiðis og ein grov bót, ið kostar felagsskapinum nógv.

Havnarmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo