Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Politikkur

Ì samband við útbjóðingina av vindorku á Gellingarkletti í Hoyvíkshaganum er nú alment komið í ljósmála, at festarin Sigert Paturson persónliga hevur fingið eina tilsøgn frá myndugleikunum í 2003 um at nýta hesa almennu jørð til staðseting og útbygging av vindorku.

Við støðið í hesi tilsøgn hevur hann privat gjørt eina seravtalu við Spf.Vindrøkt, um samstarv og nýtslu av hesi almennu jørð til eina ætlaða vindorkuútbygging uppá 18 MW, sum nú er útboðin til ahugaðar umsøkjarar av Orkumyndugleikanum á Umhvørvisstovuni.

Í útbjóðingartilfarinum setir Umhvørvisstovan sum avgerandi treyt, at áhugaðir umsøkjarir til viðkomandi loyvi frammanundan skulu kunna prógva ræðisrætt og atgongd til viðkomandi lendi.

Úrslitið av nevndu treytum frá orkumyndugleikunum samanhildið við tilsøgnina til Sigert Patursson við undirliggjandi  seravtalum við spf. Vindrøkt er tann, at aðrir áhugaðir umsøkjarar, harundir almenni kommunali felagsskapurin SEV, frammanundan eru útihýstir frá nevnda útbjóðingarumfari. 

Tað kann sostatt tykjast sum almenna útboðið, har aðrir eisini verða bodnir at leggja umsókn inn uppá nevndu vindorku 18 MW,  bert verður gjørt uppá kvamsvís.

Umhvørvisstovan er nevniliga frammanundan er fullvitandi um, at  nevndu avmarkingar og privatu seravtalurnar um almennu jørðina, frammanundan útihýsa øllum øðrum frá at luttaka í kappingini um viðkomanndi loyvi , soleiðis at eitt komandi tilboð bert fer at fevna um tann eina umsøkjaran, nevniliga Spf. Vindrøkt.    

Í hesum samanhangi er tað relevant at fáa staðfest hvørt galdandi lóggávu á økinum heimilar, at slíkar privatar seravtalur verða gjørdar um almenna jørð, sum forða øðrum áhugaðum umsøkjarum, harundir elfelagnum SEV at sleppa framat at bjóða uppá framtíðar vindorkuútbyggingina í Føroyum.

Tað er, og hevur altíð verið ein fyritreyt í galdandi lóggávu, at festijørð bert kann verða nýtt til búnaðarendamál og ikki onnur endamál, uttan so at serstøk heimild er fyri at gera undantak frá hesi høvuðsreglu.

Samb. § 6 stk 3. Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð hevur festarin rætt til at leiga øðrum lendi til fóðurframleiðslu og harímillum lendi at dyrka til fóðurframleiðslu fyri eyga, traðir og traðarstykkir, og stykkir til urtagarðsbrúk. Slík leigumál eru avmarkað til at galda í mesta lagi 20 ár í senn.

Tað er sostatt ikki nøkur heimild í galdandi jarðarlóggávu at hvørki at nýta og/ella leiga almenna festijørð út til onnur endamál enn til jarðarbrúk.

Tískil skal hervið verða spurt um nær, - , - hví, - og og á hvørjum grundarlag og við hvørjari heimild tilsøgn er givin Sigert Paturson at nýta festijørðina til útbygging vindmyllum í Hoyvíkshaganum, og síðani við støði í hesari tilsøgn gera eina samstarvsavtalu við Spf. Vindrøkt, sum útihýsir øðrum áhugaðum tilboðsgevarum at fáa atgongd til almennu jørðina, og harvið luttaka í aktuella vindmylluútboðnum uppá 18 MW í Hoyvíkshaganum?

• Hvørji ítøkilig lyfti eru givin festaranum sambært nevndu tilsøgn?

• Kann henda tilsøgn takast aftur ella er tilsøgnin galdandi í óásetta tíð?

• Hvørjar avleiðingar hevur tað um tilsøgnin verður tikin aftur?

• Hava royndir verið gjørdar at taka tilsøgnin aftur?

• Um royndir eru gjørdar at taka tilsøgnina aftur, hví eru hesar ikki realiseraðar?

• Er tað bert Sigert Paturson, sum fær sersømdir í samband við nýtslu av almennari jørð til vindmylluútbygging grundað á nevndu tilsøgn í mun til allar aðrar festarar í Føroyum?

• Tilfellur allur ágóðin, í samband við evt. nýtslu av festinum til vindmylluútbygging hjá Sigert Paturson, festaranum privat, ella kemur nakað av hesum ágóða sjálvum festinum til góðar?

Samb. § 7. Stk 1. Í løgtingslóg um landsjørð er heimilað Búnaðarstovuni at leiga út traðir og traðarstykkir, stykkir til urtagarðsbrúk, grundstykkir til húsabygging, vinnu-, ítróttar- og frítíðarendamál og almenn endamál o.a. fyri ávísa tíð. Leiguinntøkur verða fluttar á festikontu.

Sambært § 9 í løgtingslóg um landsjørð verður heimilað Búnaðarstovuni burtur av landsjørð at selja jørð til almenn endamál, grundstykkir til húsabygging, handils- og ídnaðar-, havbúnaðar-, ítróttar- og frítíðarendamál o.a.

Í hesum sambandi skal verða spurt um:

   • Hví velur tá landið ikki ístaðin fyri at binda seg til ivasamar reservatiónir til einstaklingar um nýtslu av festijørð  til vindmylluútbygging ikki lógásettu heimildina, heldur at lata tað standa opið við møguleikanum fyri allar áhugaðar tilboðsgevarar, sum vinna eitt loyvi til elframleiðslu úr vindmyllum í fríari kapping, at leiga hesa jørð út í avmarkað tíðarskeið, ella í øðrum lagi at keypa hesa jørð fyri galdandi prís hjá Búnaðarstovuni, evt. við einum servitutti um afturkeypsrætt fyri sama prís, tá vindmylluloyvið er útgingið?

   • Hvussu fer kravið frá Umhvørvisstovuni um frammanundan at leggja fram neyðugt prógv um ræðisrætt til lendið á Gellingarkletti  í samband við útboð av orku til vindmylluútbygging har á staðnum at ávirka kappingina, og møguleikan hjá øðrum, harundir SEV, at sleppa framat útboðnum, og í hvønn mun fer hetta at mynda fordømi fyri framtíðina?

   • Í hvønn mun fer verandi útbjóðingarleistur hjá Umhvørvisstovuni um eina evt. komandi vindmyllulund í Hoyvíkshaganum, - uttan kapping tvs. bert einum umsøkjara - at ávirka streymprísin negativt fyri føroyska elbrúkaran?

Glyvrar tann 25.05. 2019
Bill Justinussen, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo