Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Skipini undir Føroyum hava havt rættindi at fiska til 1. januar 2018, men eftir henda dag fella veiðuloyvini burtur, tey eru uppsøgd og verða ikki longd, sigur fiskiráðharrin í tíðindunum í Útvarpinum kl 14 í dag.

Og mín spurningur er tí, hvusu ætlanin er at deila fiskidagarnar út eftir 1. januar 2018, um tað ikki verður gjørt við útgangsstøði í veiðiloyvunum?

Hvør fer so at fáa fiskidagar?

Fiskimaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo