Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin: Útróðrarmaðurin, Elfinn Vang, í Kaldbak, elskar at rógva út. Tað hevur hann eisini gjørt síðstu gott 20 árini, burtursæð frá onkrum túri til skips av og á. Tíðliga í morgun lá hann á Toftum og skuldi landa tey umleið 1400 pundini av toski og hýsu, hann hevði fingið í nátt.

Tann, sum hyggur inn á dekkið á 28 fót stóra útróðrabátinum, “Kópasker,” hjá Elfinni, sær skjótt, at hann er ikki riggaður sum aðrir bátar.…
Á dekkinum standa stokkar við línu, og tí eru hvørki stampar ella línurenna at síggja.

Elfinn hevur síðstu mongu árini hugsað um, hvussu hann kann rógva út við línu, uttan at vera bundin av egning, stampum og egningaskúri. Tað er hann nú, hann hevur línuna stokkaða upp á dekkinum og setur gjøgnum eina trakt við skornum agni í.

Tá hann dregur, fer línum sjálv upp á stokkarnar, og tí kann hann vera einsamallur um alt arbeiðið. Hann má tó knýta buktirnar upp, har húkarnir mangla, og so nýtir hann umleið ein til tveir tímar at gera línuna klára aftur. So kann hann seta aftur beinan vegin, um hann vil tað og hevur agn umborð.

Elfinn eigur sjálvur hugskotið til “línusystemið”, hann nýtir, og tað er ment og gjørt í samstarvi við Oilwind í Miðvági. Hann hevur eisini fingið stuðul frá Fiskivinnuroyndum til at menna systemið, sum riggar væl nú.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo