Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Krutl

Hvussu eru eini føroysk jól?

24 desember:
Tað byrjar um morgunin tann 24. Húsarhaldini hava tá savnað inn nóg mikið av mati til at føða ein heilan her, og menninir hava gjørt tey síðstu jólainnkeypini dagin fyri, beint áðrenn handlarnir lótu aftur.

Børnini vakna tíliga. Tey eru sum vera man spent og vóna, at dagurin gongur skjótt, so at tey sleppa at lata pakkarnar upp um kvøldið.

25. desember:
Foreldur, sum ikki hava nýføðingar, ið vakna upp mitt um náttina, sleppa at sova til langt út á morgunin.

Børnini brúka dagin til at spæla við teirra nýggja leikutoy, meðan foreldrini slappa av uppá ymiskar mátar, m.a. við at lesa ta nýggju bókina, tey fingu í jólagávu, ella við at royna tann nýggja trimmaran til nøsina.

26. desember:
2. jóladagur hevur í øldir verið roknaður sum ein, har tú fert út at dansa og stuttleika tær.

Í gomlum døgum gingu fólk húsagongd. Nógv húsarhald borðreiddu við jólamati, og gestir allastaðni frá vóru vælkomnir til at støkka inná gólvið og fáa sær ein bita.

Tað var vanligt, at fólk ferðaðust til aðrar bygdir í dans 2. jóladag.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo