Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Onkuntíð hyggi eg eftir Aftenshowet á DR1. Herfyri vístu tey á »den islandske stjernetrøje«, sum sjálvandi var troyggjan hjá Guðrun og Guðrun.

Av og á komi eg eisini framvið Natholdet á TV2, har var sama skil.

Sofie Gråbøl, sum spældi Sarah Lund í Forbrydelsen, var gestur og verturin legði dent á, at hon var kend fyri "den iiissslandske stjernetrøje", so tímdi eg ikki at hyggja meira.

Hetta irriteraði meg so nógv, at eg sendi ein soljóðandi mail til áðurnevndu:

"Sarah Lund´s sweather "stjernetrøjen" blev vist i Aftenshowet og omtalt som islandsk. Den er FÆRØSK, hvordan kan det være, at den igen og igen bliver omtalt forkert. 

Som en læser siger, det er utrolig skuffende hvor lidt interesse der er for Færøerne. Gælder også Tv2, Natholdet, magasiner... Jeg vil fra nu af kalde Aftenshowet og Natholdet m.m for svensk, indtil I har fattet det! Er det respekten, interessen.. der mangler. Eller noget helt andet?"

Hetta eru einar 3-4 vikur síðan. TV2 svaraði skjótt, og tað var ein longri frágreiðing, sum eg ætlaði at endurgeva, men tíverri hava tey fjernað tað aftur.

DR1 hevur júst givið hetta svarið:

“Jeg er helt enig med dig i, at sweatheren er færøsk og mønstret ligeså.  Vi oplever dog desværre, at folk ikke altid er i stand til at skælne, måske fordi alle den slags trøjer går under betegnelsen “islandsk sweather” uanset mønster farver e.t.c.  Det er modellen”

Í svarinum frá TV2 bleiv sagt, at hasa svaduna høvdu tey hoyrt fyrr. Ókey viðgingu tey, tað var nok ein minni feilur, men als ikki á stødd við tað, sum vit hildu. Tey komu við somu argumentinum, sum DR1; tá ið troyggjurnar komu fram í 70´inum var tað undir heitinum” islandsk sweather”. TV2 helt fram, at tað vóru tvey sløg av troyggjum; ein brún og ein mynstrut. Og tað var tann brúna, sum var føroysk.

Hetta vísir bara, at tey als ikki skilja, at hetta er mentan, sum situr djúpt i fólki. Tey taka tað ikki seriøst. Skipstroyggjan man næstan eiga lívið i sjómonnunum í sínari tíð.

Tey kalla klæðir fyri donsk, sum eru framleidd í t.d Indien, men sum hava fingið "made in Denmark" merkið á og so eru klár at heingja upp. So tað er ótrúliga merkiligt, at tað, sum er framleitt í Føroyum, kann kallast íslandskt?

Tað er ikki líka nógv merkið fyri meg, men prinsippið í, hvussu lítið tey vita um okkum. Líkasælan!

Anna Elisabeth í Kálvalíð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo