Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Nú hendir í heilum, at virkin fólk í politikki fara úr einum flokki og skráseta seg í øðrum flokki, tó ikki er vist, um hugsjónin hóskar saman við nýggju umstøðunum.

Eitt er, at veljarar ivast í einum stað, og fara síðan aðrastaðni, men tá fólk, sum vit kenna sum aktivir flokslimir uttan nakað ríma heimanífrá, so ivast vit í virðinum á hesum í politiska arbeiðinum.

Her komi eg í tankar um læraran, sum búði einsamallur í skúlahúsunum í Skálavík, men ungdómurin hevði fragd í at gera skálkabjøgd. Hann treivst tí ikki har, og fór innar til ommu mína í neyðini og helt fyri: "Billa, vil tú hava meg"? Omman skilti ikki og gjørdist forfard, hon hevði jú bæði mann og børn, so svarið var "Nei"!

Annað dømi mær kemur í hug er á arbeiðsplássi mínum Sparikassin.  Har funnust fleiri óvirknar konti, ið als ikki vóru brúktar, og lítið og onki av pengum stóðu á. Tá framkomna tøknin gjørdist virkin, so kostaði tað at halda hesar konti ajour, hóast ongar bókingar.

Tí varð gjørt av, at allar óvirknar konti við saldo undir Kr. 10,00 skuldu samlast saman á einari sokallaðari "Uppsamlingskonto". Hesar góvu onga rentu, og so hvørt onkur av hesum bókunum kom inn, so varð leitað eftir henni á Upps. kontoini.

Á onkrum av portalunum havi eg varnast, at formaðurin í nevnd hjá Nýggja Sjálvstýri bjóðar Magna Laksafoss vælkomnan í flokk teirra, og hetta er sera hóskandi, tí flokkurin hevur í longri tíð verið "uppsamlingskonto" hjá fleiri úr øðrum flokkum, sum vegna væntandi virði ella tol ikki hava trivist aðrastaðni.

So nú er mín spurningur: Er Magni nakað verdur, ella endar hann á nevndu konto við saldo undir kr. 10,00 og uttan rentu?

Tað hilnast ikki altíð hjá rímarum, tí eg minnist einaferð hjá Fólkaflokkinum, tá ein virkin limur gjørdist so firtin, at hesin stillaði upp í øðrum valdømi og flokki ímóti fólkaflokkinum, men ta ferðina fekk f.f. dupult so nógvar tinglimir í tí økinum!

Men góða útferð Magni!

Eyðun Mohr Viderø
10.11.2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo