Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Savnsmynd

Kom í tos við ein føroyskan skipara í uppisjóarvinnuni, um fiskiskapin hjá russiskum skipum í føroyskum sjóøki.

Skiparin var ivasamur um, hvør helt skil á hvussu nógv, og hvat fiskaslag russarnir fiskaðu.

Hann segði, at høvdu føringar havt líka nógv og líka stór skip sum russarnir, høvdu teir fiskað alla kvotuna hjá russum uppá bert 1 til 2 vikur.

Havi mangan sjálvur undrast á hvør hevur eftirlit við hesum fiskiskapi.

Tað er næstan daglig sjón at síggja eitt til tvey stór farmaskip liggja í Norðhavnini í Klaksvík, við einum stórum russiskum trolara á hvørjari síðu og lossað umborð á farmaskipini, og so aftur til fiskiskap.

Hesir risatrolarnir lasta helst 2 til 5.000 tons hvør.

Tað sama ger seg galdandi í Runavík og Kollafirði.

Sjáldan er nakar bilur hjá Vørn at síggja á bryggjuni.

Hava føroysku myndugleikarnir fult eftirlit við hesum fiskiskapi?

Uppilagstur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo