Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tað hevur leingi verið ein tragedia fyri trúgvar kjarnuveljarar í Javnaðarflokkinum at síggja, hvussu flokkurin hevur latið seg hundsa og kúga av tjóðveldissektini fyri at tekkjast og varðveita sínar landsstýriskrakkar, har javnaðarfólk næstan bara hava sitið sum dekorativir nips-figurar.

Flokkurin er heilt við at missa sín sociala profil, har hann fyrr var kendur sum ein pragmatiskur socialdemokratiskur flokkur við sterkari socialari indignatión og vanvirðing fyri turrgeldum chauvinistiskum orðaskvaldri úr loysingarliðinum.

Nú frættist, at flokkurin hevur innført beinleiðis censur móti einum ungum javnaðarmanni, sum loyvdi sær at ávara flokkin um sín manglandi solidaritet við streikandi pedagogum, sum annars verða  dúgliga  stuðlaðir av øðrum  fakfelagsfólkum.  

Nógvir av hesum fakfelagsbólkum vóru fyrr roknaðir sum sjálvur stórviðurin í tí socialdemokratisku rørsluni

Tann hugdjarvi socialdemokraturin  Djóni Nolsøe royndi at fáa sín egna flokk at rakna, finna aftur á rætta sociala leið og geva tí karráa tjóðveldis-bandanum durafjórðingin.

Men hann fekk munnband og talubann, so sámuliga kritiska grein hansara bleiv eftir stuttari tíð burturbeind frá flokksins heimasíðum av sjálvari flokks-leiðsluni, sum ikki vil annað enn prostituera seg fyri tí diktatoriska fíggjar-fossinum, sum situr sum ein tyranniskur eiturkoppur og spinnur alla samgonguna inn í fjøtrandi evna- og maktarloysi, hóast fleiri samgongufólk opinlýst  ógvast við tann fossandi despotin.

Javnaðaflokksins rolla sum politiskir statistar hjá høvuðkambunum í samgonguni er avgjørt ikki klæðilig!

Flestallir veljarar fregnast eftir, NÆR Javnaðarflokkurin smoyggir tær meltandi tjóðveldisleinkjurnar av sær!

Vit eru nógv, sum  enn minnast hvussu P. M. Dam, J. Fr. Øregaard, J. P. Davidsen og fleiri aðrir verbalt  plagdu at buka ta destruktivu tjóðveldissektina á Løgtingi og ALDRIN vildu lúta fyri tí vitleysa loysingarpolitikkinum.

Men í dag mugu vit harmast okkara flokk, sum er blivin passivur áskoðari í øllum socialum víggi, meðan hann brúkar sítt lóður uppá eina "sonevnda serføroyska grundlóg", sum klassiskir javnaðarveljarar vamlast við  og halda vera tíðarspillu og  heilt  óneyðugt tjóðveldisreyp av stakkala-stási.

Censurur móti skrivifrælsi er altið ússaligt og sambært ta donsku grundlógina er censurur forboðin!

At Javnaðarflokkurin troystar sær at kúga tað fría orðið  fyri at smiska fyri teimum nationalistisku høvdkambunum er ynkiligt og tragikomiskt, men tað sigur eitt sindur um, hvussu ein eventuel serføroysk grundlóg fer at síggja út.

Har verður valla  nógv frælsi fyri tey, sum vága sær at mótmæla ella IKKI VILJA GANGA Í TJÓDVELDISTAKT!

Har verður hvørki skrivi- ella tosifrælsi, heldur ikki  brosi- ella skemtifrælsi. 

Og tey ovurfreku, sum vága sær at flenna at loysingarliðinum, verða helst fjøtraði í Mjørkadali ella innløgd.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo