Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Krutl

Audi Aicon fer at koyra 700 - 800 km uppá løðingina og kann koyra sjálvur. Hann kemur tó ikki fyrr enn í 2025.

500 km í einari løðing. Bilurin koyrir mestsum sjálvur og hann hevur samband við netið.

Stóru týsku bilframleiðararnir vísa í hesum døgum fram tað, sum teir ætla skal mynda framtíðina, á stóru IAA bilamessuni í Frankfurt í døgunum frá 14. til 24. september.

Nýggju ætlanirnar hjá bilaframleiðarunum koma eftir útlátsgøluna sum byrjaði við VW og sum helst fer at enda við, at fleiri evropeiskir stórbýir skjótt fara at banna ávísum dieselbilum, og lond sum Ongland, Frankaríki og kanska Kina seinni heilt fara at forbjóða innflutningi av bensin- og dieselbilum.

Jyllandsposturin skrivar frá messuni, at VW verksmiðjan hevur boðað frá mest markantu satsingini: Risa íløgur skulu gerast í battaríverksmiðjur og menning av nýggjum elbilum. Tilsamans 525 mia kr skulu brúkast hetta fram til 2025. Tá eru 50 nýggir elbilar og 30 hybridbilar komnir á marknaðin, bara frá hesum eina framleiðaranum.

- Í 2025 verður tað líka skjótt at løða elbilin sum at drekka ein kopp av kaffi. Tá er bilurin fult løddur og kann koyra 500 km áðrenn næstu løðing. Men so fer tað eisini av álvara at ganga skjótt, tí næsta battaríættarlið eftir tað fer at hava tvær ferðir so stóran kapasitet, og bilurin kann tí koyra 1.000 km uppá løðingina, skrivar Jyllandsposturin úr Frankfurt.

Eisini onnur merki eru við: Mercedes boðar frá, at frá 2022 kunnu øll model hjá teimum keypast við elmotori og BMW hevur boðað frá, at í 2025 koyra minst 12 BMW model á vegunum við elmotori.

Bilaframleiðararnir lova, at í 2025 verður prísurin frá teimum tann sami á elbilum og bilum sum koyra við fossilum brennievni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo