Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Onnur tíðindi

Ein heil bygd tekur í egnan barm og hevur sett sær eitt felags mál. 

Herfyri fingu tey keðiligu tíðindini frá danska Fólkaheilsuráðnum, at tey eru "tjúkkasta kommunan í Danmark".

Eitt lítið dámligt heiti at hava, og tað ætla tey eisini at smoyggja burturav sær, tí hava tey sett sær sum felags mál at øll skulu fara aftur í vekt, tilsamans eitt tons eftir tveimum árum.

- Tað snýr seg um at skapa ein felagsskap, tað er eisini gott til at forða sjúkum sum Alzheimers, sigur ein av stigtakarunum, Anne Mergrethe Dalskov við TV2Fyn.

Allir íbúgvarnir í bygdini binda seg til at íðka ítrótt tríggjar ferðir um vikuna, tey fáa ókeypis limaskap í ítróttarfeløgum o.l. og eisini kostvegleiðing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo