Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Henda dagin hava vit nógv at fegnast um, bæði viðvíkjandi gransking innan autismuøkið, námsfrøðilig frambrot og økt forstáilsi millum fólk fyri hesum so serliga og serstaka breki.

Tá tosað verður um autismu, eru tað eins nógvir ymiskir mátar at lýsa hugtakið sum tað eru persónar við hesum víðfevnda breki. Tó eru tað nøkur eyðkenni, sum tann við autismu og tey sum standa teimum nær, kunnu kennast við og læra at fyrihalda seg til.

Tað eru eisini onnur eyðkenni, sum eru sera torfør hjá okkum øllum at fyrihalda okkum til ella at skilja.

Í dag tosa vit um autismuspektrum, tí samheitið autisma er so breitt og so ymiskt frá persóni til persón. Ein partur av hesum autismuspektri er asperger syndrom, sum á mannamunni er ein “lættari” formur fyri autsimu. Hesi verða ofta lýst sum persónar við høgum intelligensi, langt yvir miðal, eisini eru hetta persónar, sum hava vanligt mál og gott skil fyri at brúka málið. Ofta duga hesir persónar væl í skúlanum, tó at tey mangan hava aðrar sosialar trupulleikar í skúlaárunum.

Persónar við asperger syndromi hava mangan eitt ella fleiri serlig sereyðkenni, sum tey vísa sera  stóran áhuga. Hetta kann fyri summi vera ein stórur fyrimunur og tey kunnu vera heppin at fáa arbeiði júst innan teirra seráhuga-øki. Tíverri eru tað eisini mong, sum ongantíð koma inn í ein sosialan samanhang, antin á einum arbeiðsplássi ella í einum hvørjum øðrum samanhangi.

Einsemi, fáir ella eingir vinir, isolatión, vánaligt sjálvsálit og ring sjálvskensla, truplir og ofta ósunnir  matarvanar, einsíðug áhugamál og manglandi førleikar at skilja onnur og aðrar samanhangir tyngja gerandisdagin.

Persónar við asperger syndromi eru ógvuliga sárbær í dagsins samfelag, serliga tey sum eru yvir 18 ár í dag.

“Tann góða tilgongdin” er ein kærkomin skipan hjá nógvum persónum við autismu og teirra familjum. Tó er henda skipan bert fyri prsónar undir 18 ár. Fyri tey, sum eru eldri enn 18 ár, er eingin serlig skipan ella tilgongd. Tó má ásannast, at stórur tørvur er á at hava eina skipan fyri tey sum eru yvir 18 ár. Hjá persónum við asperger syndromi er tað mangan at stórir trupulleikar stinga seg upp í tann-árunum. Tað er her brekið verður meira sjónligt enn tá tey vóru yngri og tað er her, at frustratiónirnar yvir ikki at megna tað sama sum teirra javnaldrar gerst tygngjandi. Ofta eru nógvar frustratiónir av, at yngri syskin klára seg betri enn persónurin við asperger syndromi og hetta kann vera orsøk til at ring samvitska stingur upp millum syskin ella í familjum sum heild.

Fyri 35 árum síðani vistu vit ikki nógv um hugtakið asperger syndrom, og vit vistu ikki serliga um autismu yvirhøvuðr. Og tað er at fegnast um, at vit í dag vita so nógv meira enn tá. Hendan vitan ber við sær skyldur, og hesar skyldur eru ábyrgd samfelagsins. Tað er ikki ein personlig ábyrgd at liva við einum víðfevndum breki, tað er ein samfelagslig skylda, at brúka tøku vitanina og at skapa karmar og góð lívsviðurskifti fyri øll.

Tó má eg við sorg í hjartanum siga, at eg eri alt annað enn fegin um, at vit í dagsins samfelag vita so nógv og skilja so lítið. Avleiðingin av hesum er, at so lítið verður gjørt fyri vaksnar persónar við asperger syndromi. Well, vit hava fingið eitt framúr gott skúlatilboð í Føroya studentarskúla og tað er eitt frambrot at fegnast um. Men tað er eisini ein gerandisdagur hjá teimum, sum ikki megna at ganga í studentarskúla, hetta er tíverri mangan ein gerandisdagur fullur av vónloysi og skuffilsum, fullur av strongd og lágari sjálvskenslu, ein gerandisdagur við kensluni av, ikki at sláa til og av ikki at kunna brúkast ella av ikki at eydnast.

Mong eru tey, sum ikki orka at liva og sum síggja eitt samfelag sum ikki rúmar tey ella hevur nakað at bjóða teimum ella familjum teirra.

Hetta er stórt spell, tí øll tey eg kenni, sum heva asperger syndrom ella autsimu, hava so nógv at bjóða og kunnu veruliga gera mun í dagsins samfelag. Tey kunnu ríka tín og min gerandisdag og tey hava eitt stórt tilfeingi, sum í alt ov stóran mun fer fyri skeyti. Tíverri er tað so, at alt ov nógvar familjur eisini mugu tríðast fyri síni vaksnu børn, uttan at møta forstáilsi og uttan at fáa røttu hjálpina.

At enda skal hetta vara ein áheitan á allar politiakkarar, sum hava fingið ábyrgdina av, at skapa eitt betri samfelag fyri øll. Menniskju við autismu ella asperger syndromi eru eisini samfelagsborgarar og tey hava eisini ynski og dreymar um eitt gott og virkið lív. Tey hava eins og tú og eg tørv á viðurkenning og av at gera mun. Familjur teirra hava ikki uppiborið, at stríðast einsamøll við almennu myndugleikarnar ella at renna frá hurð til hurð í royndini at skapa ein virðiligan gerandisdag fyri teirra vaksnu børn.

Okkara vaksnu børn eru teir putluspælsbrikkarnir, sum enn ikki eru lagdir á rætta pláss og tað pínur at vera millum teirra, sum bara ikki passa inn og sum ferð eftir ferð vera yvirsædd. Okkara vaksnu børn hava eisini rættindi og tí mugu tit, sum kunnu taka avgerðir, ganga á odda fyri at leggja seinastu putlispælsbrikkarnar á rætta stað, so vit kunnu fegnast um eitt fjølbroytt samfelag, har pláss er fyri øllum – eisini vaksnum persónum við autismu.

Mamma at 35 ára gomlum soni við asperger yndromi.

Maud Wang Hansen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo