Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Vágatíðindi

Mynd: Ann Lydersen

Í dag 4. okt. 2018 fylla tvíburðarnir Leivur og Brynjálvur Nattestad í Miðvági 90 ár.

Teir hava nátt høgan aldur og hava upplivað nógv gjøgnum lívið.

Báðir hava verið sjálvstøðugir vinnurekandi. Leivur innan HVS og Brynjálvur innan timburfakið. Eisini hava teir verið við til nógv ymisk arbeiði sum er gjørd í Vágum gjøgnum fleiri ára tíggju. Eitt nú vatnbrunnarnir í Vága Kommunu.

Og kunna vit nevna teirra áhuga, at verja nátturuna, m. a. hava báðir verið við til at varveita økið við Fjallavatn óspilt.Báðir hava teir eisini roynt sjólívið, í longri og styttri tíðarskeið.

Teir eru synir hjá Niels Jacob, vanliga nevndur Tóra Niels Nattestad.

(hann gekk burtur við Nýggjaberg 6/3-1942), og Birgithe Katrine Malene, vanliga nevnd Birgithe, f. Joensen av Eiði. Umframt teir báar, fingu tey 6 børn, 3 døtrar og 3 synir, 2 av teimum doyðu sum lítil. Leivur og Brynjálvur eru nr 6 og 7, av 8 børnum. Birgithe varð sostatt einkja við 6 hálvvaksnum børnum.

Til stuttleikar kunna vit nevna, at teir eru elstu, eineggjaðu núlivandi tvíburar, og munna tey verða mong sum gjøgnum árini hava tikið teir feil, tí teir hava likst sera nógv. Tó, sjálvir hava teir ikki gjørt so nógv burturúr tí.

Vit eru eisini nógvir eftirkomarar eftir teir, og vit vilja ynskja teimum hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, og ynskja teimum Guds signing í komandi døgum.

Børnini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo