Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Lógin varð samtykt í fólkatinginum í fjør. Men í dag kemur hon fyrstuferð av álvara til sín rætt, tá eitt lítið hátíðarhald verður, har 9 nýggir danir fáa ríkisborgararætt.

Á hátíðarhaldinum skulu fólkini millum annað skriva undir uppá, at tey vilja halda danska lóg og siðir. Síðani geva tey ministaranum fyri integratión hondina.

Lógin um lógvatak hevur verið nógv umrødd, og fleiri, eisini partafólk hjá Inger Støjbjerg í Vinstra, hava sagt, at lógin fer ov langt.

Men tað heldur Inger Støjbjerg, sum er kend fyri síni støðuføstu sjónarmið, ikki.

- Í Danmark vísa vit hvørjumøðrum virðing og halda fólkaskikk, millum annað við at taka í hondina, tá vit heilsa. Tað er vanligur fólkaskikkur, og vil mann ikki tað, ja so blívur mann ikki danskur ríkisborgari, so einfalt er tað, sigur hon við danskar miðlar.

Lógin er úrslit av, at snópisligar støður hava verið, har muslimskir menn ikki hava viljað tikið í hondina á kvinnum. Í lógini verður skorið út í papp, hvat eitt lógvatak er. Har stendur millum annað, at lógvatakið skal gevast hond ímóti hond - uttan at brúka handskar - og partarnir báðir skulu standa andlit móti andliti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo