Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

Í dag má ongin keða seg, tað er ein forboðin kensla, og børn verða tí sett í sving frá tí tey vakna. Alt er lagt í skema og ætlanir, heimið er sum ein jarnbreyt, onkur kemur og onkur fer og - huj hej - ongin tíð má bara fara til spillis, tí so fer lítli Janus ella Rósa at keða seg, og hvat skal mamma ella babba so gera?

Tíð eru pengar, og vit knossa øll fyri at fáa alt at hanga saman.

Men heima er ongin petagokur at seta lítla barnið at perla ella vassa ella telgja.

Nei, tað er nóg torført, tá vikuskiftið er og foreldur og børn hyggja uppá hvønn annan:

”Mammaaaa…babbaaaa, eg keði meg, hvat skal eg gera?"

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo