Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tiltikið er, tá ið loysingarmenn, sum t.d. feðgarnir Patursson og aðrir við, fóru braneggjaðir og sekteriskt frelstir upp á tá og brølaðu innantóm rakstrarróp út til fjøldina, bæði á Tingi og á ymsum rok-fundum.

Ein yndis-floskul hjá Erlendi Paturssyni var t.d. at "í Føroyum skullu føroyingar RÁÐA."

Tá plagdi Petur Mohr Dam rættiliga hvassliga, men lakoniskt og týðuliga at teppa hann við aftursvarinum: "í Føroyum skullu føroyingar LIVA"!

Og tað er allur kvintessensurin í javnaðarpolitikki, at man vil skapa møguleikan fyri sosialum eksistensi.

Týdningarmesta ræðið er fíggjarligt og sosialt sjálvræði - tað kann stuttskygd nationalisma ALDRIN skapa tí vanliga veljaranum!

Prioriterar man nakað so ódefinerliga diffust sum "Ræði" fram um sosiala trygd, verður allur eksistensur ein absurditetur, og tað kann ógvuliga skjótt blíva SERA svangligt!!

Vitnisfast er eisini, at ein annar gorrandi tjóðveldismaður á einum stórum fundi í Havn í ramasta álvara helt fyri, at "tað var nógv betri at blíva órættvíst dømdur av einum føroyskum dómara, enn rættvíst av einum donskum!"

So perversur er loysingarlogikkur.

Slíkt møsn var harðliga víst aftur av Peturi Mohr Dam og Villa Sørensen, sum skemtiliga tóku til, at loysingarmenn nokk vóru so mikið ørir, at teir heldur vildu hava, at "ein føroyskur sjúklingur doyði undir føroyskari læknaviðferð, enn at hann bleiv lektur av einum donskum lækna!"

Tá flentu fólk at sekteriskum loysingarfólki!

Men er tað blivið øðrvísi í dag!

Ja, tak ta síðstu nýggjársrøðuna!

Nú blúgvast ein javnaðar-løgmaður seg ikki við nationalar flosklar, hóast hann hevur bedýrað, at hann er ríkisfelagsskapsmaður, og hann klíggjar teir chauvinistisku flosklarnar hjá loysingarmonnum uppaftur við EP-orðunum um, at í Føroyum skullu føroyingar ráða!

Hvør hindrar føroyingum at ráða á fleiri økjum enn bæði skottar, norðurírar, samar og álendingar?

Óneyðug orð, sum bara hava eitt endamál, nevniliga at forpesta viðurskiftini við Danmark!

Hvat er hetta fyri ábyrgdarleys demagogi, at ein javnaðarmaður í eini nýggjársrøðu fær seg til at messa slíkar innantómar flosklar?

Vit kenna svarið til henda retoriska spurningin. 

- Vit vita væl, HVØR ið hevur løtt og programmerað løgmann!

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo