Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Krutl

Klumma í Skúlablað nr 5, 2019 eftir Dagfinn Olsen, lærara í Vágs skúla: Lærarastarvið er eitt kall, sigst.

Men í dag eru fáir kallar innan skúlagátt.

Samfelagshjólini mala skjótt. Kanska skjótari enn nakrantíð. Hetta merkir, at tað gongur væl í samfelagnum, siga tey, ið halda seg hava skil á slíkum.

Hetta merkir tó ikki, at vit liva í eini tíð, har eingir trupulleikar eru. Summi klaga um ov høgar húsaprísir.

Onnur um, at tað er ógjørligt at fáa íbúð, og uppaftur onnur hava ilt við at megna gerandisdagin, fíggjarliga ella á annan hátt. Almennu byggigølurnar hava so stór tøl í kjalarvørrinum, at vit eru vorðin heldur líkasæl og eru vorðin mótstøðufør, og einki rínur við longur.

Í øllum hesum meldrinum hava vit havt løgtingsval. At kvinnurnar eru ov illa umboðaðar, tykist semja valda um, eisini yvir um floksmørk.

Í meldrinum eru vit eisini farin inn í eitt nýtt skúlaár. Eitt skúlaár, har vit aftur skulu læra næmingar ymiskt, millum annað at gerast góðir borgarar í einum demokratiskum samfelag, ella hvussu skrivað stóð á sinni.

Eitt av amboðunum er heilt víst næmingaráðini, og at næmingar velja síni umboð í hesi ráð. Sum í veruliga lívinum, so gera næmingarnir sær óivað tær lívsroyndir, at tað er munur á, hvat uppstillað umboð ætla sær og harvið geva lyfti um at arbeiða fyri, og hvat tey í veruleikanum megna ella hava møguleika fyri í drúgvu,  demokratisku tilgongdini, har alt jú er ein samráðingarspurningur.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo