Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost
Krutl

Løgtingsformaðurin hevur boðað frá at reglur eru á veg fyri, hvørji pløgg eru sømilig at bera innan tingsins gátt. Nú bendir nógv á, at kringvarpsstjórin eisini noyðist at gera líknandi reglur.

Í øllum førum er tað fallið nógvum hyggjarum, sum sóu Dag og Viku í kvøld, fyri bróstið, at eitt av tíðindafólkunum, Rólant Waag Dam, var í sonevndum kamuflaguklæðum, ella hermannaklæðum, sum tað eisini verður nevnt, tá hann rapporteraði frá einum 'russiskum valstaði', sum er sett upp í Havn í samband við forsetavalið sunnudagin.

Fleiri viðmerkjarar á facebook undrast yvir óvanliga klædnavalið hjá tíðindamanninum, sum kann leggjast undir at vilja senda einhvønn boðskap. Ímeðan onkur heldur klædnadraktina hjá tíðindamanninum í almennari tænastu vera respektleysa undrast onkur annar yvir, at tað eftir øllum at døma als ongar reglur eru fyri slíkum í almenna Kringvarpinum. Uppaftur onkur annar hevur hug at skemta og heldur, at Putin hevur verið uppá spæl og roynir at senda eina ávaring til føroyingar ígjøgnum klædnadraktina hjá KvF journalistinum.

Um búnin hevði samband við innihaldið í søguni, hann var sendur "út í markina at dekka" hevur ikki eydnast okkum at fáa uppspurt. VP hevur givið tíðindamanninum møguleika at koma við eini viðmerking, men hann hevur ikki tikið av. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo