Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Lesarin skrivar

Var á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í vikuskiftinum.

Eg merkti eina so positiva røring í fólkinum um framtíðina hjá Føroyum, at eg setti mær spurningin:  Allir flokkar, eisini innan samgonguna, boða mær frá, at sleppa "vit" at stýra landinum politiskt í eina tíð, so verður hetta besta land í heiminum at liva í! 

Hevur Fólkaflokkurin nakað enn betri at bjóða?

Vit vilja øll búgva her. Vit eiga øll hetta land, bæði á turrum og vátum, og vit vilja hava sum frægast burturúr. So far, so good!

Sjálvsagt var stórur partur av politisku umrøðunum, at okkara flokkur er í minniluta - mær dámar ikki at kalla tað andstøðu -, og so harvið sera avmarkaðari ávirkan.

Spurningur mín gjørdist tí: Ger tað nakað"?

Í tíðindasendingunum fingu vit fingu at vita um truplu støðuna á Tingi, at tveir løgtingsmenn úr Javnaðarflokkinum ikki, við samvitskuni í lagi, kundu atkvøða fyri fiskivinnuuppskotinum hjá Høgna Hoydal, og tí kom samgongan í minniluta.

Her kom ikki skaðafrøðin í fremstu røð, tí hóast ein ikki er samdur politiskt, so treingja vit altíð til stabila politiska støðu við teimum flokkum, ið hava funnið saman.

Men tað sermerkta og náttúrliga í hesum føri er, at trupulleikin er hjá "ikki fastløntum fólkum" at fáa mat í munnin, og vit eru nú stødd í Suðuroynni! 

Nú komi eg aftur til tíðina, tá Petur Mohr Dam stríddist fyri hetta fólk. Í fyrstu syftu, ikki fyri partapolitiskan vinning, men fyri fæloysingarnar av bygd! Seinni fekk hann partapolitiskan vinnng! Tað er ikki ókent millum politikkarar!

Søgan er ikki einfaldari enn so, at eftir kríggið komu Erlendur og fleiri aftur skúlaðir úr Danmørk, stovnaðu sjálvstýrisflokkin Tjóðveldi. 

Loysing teirra bygdi á inntøku fólksins umvegis fiskivinnuna, og sum ein partur av hesum endaði Erlendur sum formaður í Fiskimannafelagnum.

Nú stendur spurningurin eftir: Hvat byggja Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi sín politikk á í dag?

Er tað á arbeiðarapolitikk á Tvøroyri og aðrastaðni? Nei!

Er tað á virkið hjá fiskimanninum, sum í Erlendsa tíð? Nei!

Einasta trygga og varandi inntøkan hjá hesum flokkum í dag er Ríkisstuðulin!

Tí tykir mær einasti politiski vegur hjá føroya landi í verandi støðu, hjá bæði verkamanni og fiskimanni:
Vit velja Fólkaflokkin!

Eyðun Mohr Viderø
‎12-‎11-‎2017

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo