Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Einki er so lætt, sum at fara í kríggj. Hermenn fara syngjandi avstað, tí nú kunnu teir gerast hetjur og koma heimaftur prýddir við heiðursmerkjum.
 
Vansin er bara tann, at einki er so ringt sum frammanundan at siga, hvussu kríggið endar.
 
Tað er ikki langt síðani, at USA, heimsins sterkasta land, legði á eitt lítið og fátækt land, Vietnam. Nøkur ár seinni stóðu amerikanskir hermenn og skutu teir landsmenn sínar, sum úr sendistovuni vildu sleppa upp í ta síðstu tyrluna. Í 1989 var eg við minnismerkið fyri teir 60.000 amerikonsku hermenninar, sum høvdu latið lív. Har vóru familjur, sum grátandi søgdu, at tær høvdu ilt við at finna navnið á sínum kæru millum øll hini.
 
Men teir forsetar og politikarar, sum høvdu sent hermenninar avstað, teir sluppu snikkaleysir!
 
Teir, sum hava avgjørt, at vit skulu fara í kríggj nú, vóna sjálvandi, at teir fara at verða eins hepnir.
 
Tað, sum nú er hent, er, at danska stjórnin hevur gjørt av at leggja upp í innlendiskríggj í nøkrum londum í Miðeystri. Har eru ymsar áskoðanir um, hvussu londini skulu stýrast, og nú skal Danmørk leggja uppí, onkrum av pørtunum til fyrimunar. Tað kann verða, at tað gongur væl, men hvat um tað ikki gongst, sum ætlað?
 
Tað, Danmørk nú ger, verður í fólkarættinum mett sum størsta brotsverk yvirhøvur. Reglan er, at tað land, sum leggur á eitt annað, hevur mist allan rætt. Tann, sum álopin er, kann afturfyri taka tað land, sum hevur gjørt hetta ræðuliga brotsverk. Tá kann sigurharrin flyta so nógv fólk inn í tikna landið, at landsins egnu íbúgvar gerast ein máttleysur minniluti.
 
Eitt land, sum Danmørk nú skal stríðast í, er Sýria. Har hevur innlendiskríggj herjað í fleiri ár, og helvtin av fólkinum er flýdd. Nøkur av hesum flóttafólkum eru komin til Danmarkar. Hetta halda vit einki hevur at siga, tí tað mugu danir um.
 
Men vit eru bundin saman við Danmørk. Viðurskiftini okkara millum eru skipað við einum sáttmála, sum sigur, at okkara ríki, sum fevnir um Grønland og Føroyar, er saman við Danmarkar ríki í kríggi.
 
Sáttmálin sigur eisini, at Danmarkar ríki ikki kann fara í kríggj uttan við okkara vitandi og vilja.
 
Tað, danir nú siga, er, at vit hava limir í lóggávutinginum danska, fólkatinginum. Tað, sum um ræður hjá teimum, er at fáa onkrar av okkara fólkavaldu at góðkenna krígsluttøkuna.
 
Hetta hevur eydnast teimum!
 
Okkara fólkatingsmaður Sjúrður Skaale hevur tikið undir við, at vit fara í kríggj!
 
Tekur fíggindin Danmarkar ríki, ber tí til hjá honum at føra fram og fáa undirtøku fyri, at hann eisini hevur rætt at taka ríki okkara, tí vit hava góðkent krígsluttøkuna við at velja Sjúrð!
 
Zakarias Wang
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo