Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen
Tiltøk

Tað er í kvøld, at Klovnurin BUBU fer undir verkætlanina við heitinum BUBU á ferð, at súkkla verður av Viðareiði til Klaksvíkar, við stuttum steðgi í Hvannasundi.

Tá ið komið verður til Klaksvíkar, fer BUBU at hava stutta konsert við bátabrúgvarnar, har hann fer at syngja nakrar sangir, og stutt verður greitt frá um verkætlanina, ið hevur til endamáls at savna inn pening til børn ið Føroyum.

Ágóðin av innsavnaða peninginum, fer í ár til Barnabata, Sinnisbata og Bláa Krossi.

Súkkla verður av Viðareiði kl. 18.50 og komi verður til Klaksvíkar um 20.00 tíðina, og øll eru vælkomin.

Meira kann lesast um verkætlanina á facebookvanganum hjá Klovninum BUBU, har ein eisini sær møguleikarnar fyri at stuðla, og sæst vangin HER!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo