Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

- Í skrivi sent fjølmiðlunum 21/4-2016, upplýsir nevndin í Eik, um eitt skriv frá Deloitte. Hetta skriv er mær upplýst frá tí at TF Holding yvirtók 70% av Eik.

- Tað stendur øllum greitt, sum hava fylgt við í hesum máli, at Eik hevur givið villeiðandi upplýsingar, sigur Eivind Jacobsen, sum hevur sent skriv til Landsstýrismálanevndina.

- Sjálvt Taks er farið at spyrja eftir fleiri upplýsingum, sum Taks hevur sæð í miðlunum, uttan at Taks sjálvt hevur fingið nevnda tilfar.

- Tað stendur øllum í skrivandi løtu greitt, at Taks politimeldar málið. Trupulleikin í løtuni er manglandi vilji hjá Eik at svara aftur eins og at levera tey skjøl Taks hevur brúk fyri. Tí gongur tað so seint.

- Tað er tí rættuliga óhugsandi, at fíggjarmálaráðharrin, Kristina Háfoss, einki veit um hetta mál.

- Skrivið frá Deloitte er fyrsta hondgrípiliga prógvið vit hava fingið fyri at TF Holding hevur ætlað sær skattafrádráttin frá byrjan.

- Vit hava tó fleiri ábendingar. Men einki so hondgrípiligt sum hetta.  Tá arbeiddi fíggjarmálaráðharrin hjá TF Holding.

- Tí vil eg heita á  tykkum um at samtykkja at kanna hetta mál, sigur Eivind Jacobsen í skrivinum til Landsstýrismálanevndina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo