Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Útlendis ítróttur

Tann 22. mars vórðu 32 fólk dripin á Zaventem-flogvøllinum í Brússel.

Tríggir terroristar skipaðu fyri álopinum, harímillum Najim Laachraoui sum var annar av sjálvmorðsbumbarunum sum lupu á.

Tveir mánaðir seinni skrivar Reuters at beiggi hansara, Mourad Laachraoui, er við í belgiska hópinum til OL í Rio.

Laachraoui er sera góður í taekwondo, og hevur vunnið EM-gull.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo