Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

"Thriller in Manila" kallaðist ein boksidystur á sinni. 

Í morgin verður ein líknandi thrillari í løgtinginum - helst bæði fyri tey, sum eru fyri, og fyri tey, sum eru ímóti.

Talan er nevniliga um 2. viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi - t.e. uppskotið um eina fiskivinnunýskipan.

Sambært skránni hjá løgtinginum, sum hon sær út í løtuni - nú stutt eftir klokkan eitt í dag -, stendur málið til at koma fyri sum punkt eitt á dagsskránni kl. 09.30 fyrrapartin í morgin.

Fimm punkt standa á skránni í morgin, men er helst eingin ivi um, at hetta fyrsta punktið á dagsskránni er tað, sum hevur størstan áhuga millum manna. Og tað er heldur ikki óhugsandi, at tað fer at taka sína tíð at koma á mál við hesum punktinum. 

Enn ber illa til at siga, hvat úrslitið verður av 2. viðgerð - um meiriluti er fyri uppskotinum, ella um meiriluti ikki er fyri tí.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo